Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er frá forsíðuni av Torrablaðnum, sum verður borið út í hvørt heim í Norðoyggjum og Eysturoy mánadagin

Spennandi Torravika fyri framman

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2018 - 11:00 Mentan Tíðindi Vinna

Komandi vika er Torravika í Klaksvík. Skráin er sum altíð víðfevnd og fjølbroytt, og allir sansir fáa sítt.

Torravikan bæði byrjar og endar við tí mentanarliga. Ítøkiliga byrjar hon við framsýningum av ávikavist listarverkum og klædnasniðgeving úr sjófeingi. Ein røð av fyrilestrum eru á skránni, ið spenna frá Flemish Cap til Læknastríðið og víðari. Heilsuliga vinklinum tekur Klaksvíkar Sjúkrahús sær sum vant av bæði so og so við síni afturvendandi Heilsucafé og Torrarenning. Tónleikurin fevnir frá konsert yvir harmoniku og til Spaniastovu, og filmssýningar við filmi hjá Zacharias Hammer verða í Atlantis.

Fiskurin er sjálvt upphavið til torra, ið var útróðrarmánaður burturav. Í tráð við hetta fara nakrar av matstovunum í býnum at gera nakað eyka burturúr fiskarættum hesa vikuna.

Sum skilst við at kaga í skránna, ið liggur ovast á heimasíðuni, er hetta bert ein evarska lítil partur av tí, sum verður á skrá torradagarnar 2018. Veðrið hesa vikuna verður skiftandi, men nærum øll tiltøkini vera kortini innandura, so nakrir regndropar áttu ikki at bilað. Sum maðurin segði: “Um nakar keðir seg hesa vikuna, hevur hann sjálvur skyldina av tí.”

Sí torraskránna her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2