Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sms boðini sum liðformennirnir í innandura-fótbóltstímunum fingu í teirra innbakka frá kommununi | Mynd: Suni Anthoniussen

Ítróttarfeløgini ella privatfólk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.02.2018 - 09:03 Ítrottur Tíðindi

Hetta er dilemmaði, ið Klaksvíkar kommuna hevur tikið støðu til. Privatfólk mugu víkja fyri ítróttarfeløgunum, sum hava fingið fleiri tímar í ávíkavist Badmintonhøllini og KÍ høllini. Ónøgdin er farin at vísa seg.

Klaksvíkar kommuna hevur samtykt at vátta ítróttarfeløgunum fleiri innanduratímar og tískil fella allir tímar til privatfólk vekk í tíðarrúminum 14.00 til 21.00. 

Í Klaksvík eru tvær ítróttarhallir - Badmintonhøllin og KÍ høllin. Umframt tey mongu ítróttarfeløgini, sum húsast í hallunum, eru vældámdu innanduratímarnir har vanliga 8 mans spæla fótbólt. Hesin leistur hevur áratíggju á baki. 

Liðformennirnir fyri hesar tímar gjørdust ikki sørt skakkir, tá teir fingu ein sms frá kommununi, um at teir nú missa tímarnar, tí at ítróttarfeløgini skulu hava teir. 

 

Súni Anthoniussen er ein teirra. Hann skrivar m.a á sínum facebook-vanga

Man er ein glaður og miðal hampa borgari í einari góðari kommunu, og man grenjar sjálvdan um nakað, sum kanska tann besta kommunan í landinum ger fyri borgarnar. Men, eg haldi at kommunan er farin for langt hesa fer, og eg hopi at tað vera fleiri, sum fara at vísa sína ónøgd. SMS’i sum er viðheft niðanfyri, er sent til allar persónar, sum hava leiga ein (ella fleiri) fastan tíma um vikuna í ítróttarhøllunum í Klaksvík.

Skal tað draga seg um pengar? So hava vit havt okkara tíma í minst 10 ár, og hvør tími kostar 400kr. 400kr x 52 ferðir um árið gevur 20.800kr. 20.800kr x 10 ár gevur 208.000kr. Eitt ekstremari dømi? Árnfirðingar hava havt teirra tíma í meir enn 30 ár! Bara tann tímin hevur givið yvir eina hálva millión!

Hetta er ikki meint sum eitt skot eftir ítróttarfeløgunum, tí boðini koma frá Klaksvíkar kommunu, og tí hopi eg at tey fara at umhugsa støðuna av nýggjum, áðrenn tey velja at taka tímarnar frá nógvum borgarum, sum hava betalt nógvar pengar og hava kanska sítt hæddarpunkt í vikuni júst hendan eina tíman í Kí-høllini/Badmintonhøllini. 

Klaksvíkar kommuna? Loyva okkum ‘hardworking innanduramenn’ behalda okkara tímar! 

 

Sum tað sæst á sms boðunum verður hendan skipanin endurskoða 6. mai.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Undirsóvar­tunnil í Kalsoynna
Norðsøki á veg á Íslands­miðini
Patrik hevur verið flúgvandi
Klaksvík­ingur við sannfør­andi aftursvari
07Vestur - KÍ: Kunning um Parkering
Svein Rógvi tippar Sundalagsróðurin
Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasi…
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Brandur: Klaksvík­ingur vinnur FM
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil
Stakkavík 34.538 pund hesa vikuna
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv