Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ høllin tóm

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.02.2018 - 18:28 Mentan Politikkur Tíðindi

Omanfyristandandi mynd vísir høllina mánadagin kl 17.29, tá menn í aldrinum 50-65 ár plaga at spæla, men nú eru útihýstir.

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at ítróttarfeløgini í býnum skulu hava fleiri tímar í itróttarhallunum. Hetta er gingið útyvir sokallaðu innanduratímarnar í fótbólti, har menn spæla fýra móti fýra í ein tíma. Hesir tímar hava haft føst lið og soleiðis hevur skipanin verið í áratíggjur. 

Men hetta broyttist fríggjadagin í seinastu viku, tá liðformennirnir fyri ymsu tímarnar fingu sms-boð frá kommununi at teir ikki høvdu teirra innanduratíma longur. 

Innanduramenn, sum ikki vija verða nevndir, hava vent sær til Norðlýsið, og hesir eru alt annað enn nøgdir við avgerðina hjá býráðnum.

Fyri fleiri av tímunum hava menn spælt í 20-30 ár, sum einasta frítíðarítrív. Teir halda at handfaringin av hesum hevur verið óhoyrd vánalig, har fólk sum hava havt rættindi í 20-30 ár, í sms boðum fáa at vita at alt er liðugt innan 2 dagar og øll skullu út. Tað hevur haft so stóran skund at fáa mennirnar út, at man ikki eingang hevur fingið hini við stóra tørvinum inn, nú tað vísur seg at KÍ høllin stóð tóm í dag. 

Teir upplýsa fyri Norðlýsinum at heilsustarvsfólk, sum teir hava tosað við, eru skelkaði av hesum tiltakinum, tí innandurafótbólturin er nakað av tí besta fyri at halda hjarta og lungafunktiónir í gongd hjá fólkið í hesum aldri

Innandurafótbólturin hevur fíggja høllirnar væl ígjøgnum tíðirnar, serliga í ringum tíðum tá væl omanfyri hálva millión er spýtt í kassan árliga frá hesum ítrivið, og tað er mangan komið væl við í driftini.

Í heila tikið halda menn hetta verða ógvuliga vanærisligan atburð ímóti teimum, sum bara friðaliga hava passa sínar tímar í øll hesi mongu ár. Tað minsta var, at man í góðari tíð segði frá og vildi hjálpa sínum borgarum fyri tann trivnaðarmiss sum teimum hevur verið fyri, siga teir við ein munn.

Norðlýsið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá forkvinnuni í mentanarnevndini Signhild V. Johannesen, men tað er ikki eyðnast. 

Tað er Beinur Johannesen, býráðslimur sum hevur reist málið í býráðnum og tað varð einmalt samtykt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
07Vestur - KÍ: Kunning um Parkering
Svein Rógvi tippar Sundalagsróðurin
Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasi…
Upptakt: 07 Vestur-KÍ
Megna Klaksvík­ingur ella Norðingur at sv…
Brandur: Klaksvík­ingur vinnur FM
Føroyar vunnu á Íslandi í fimmsettara
Herðaklapp frá Ársins Vitanarfróðu
“Get the Basics Right” – so ert tú væl á…
Við føroyskum fiski til Brasil
Stakkavík 34.538 pund hesa vikuna
Country Festivalur í góðveðri
Føroysku flogbóltsmenni­nir ímóti Íslandi…
Vagnur og Brandur vitja Norðlýsið
Listatión av at skifta tekjuna í Christi…
Magnus: Eg ynski, at leikarar spæla nógv
Danny & the Veetos við nýggjum staklagi
Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia
Nýggja dokkin er ávegis
Næmingar á Serbreyt­ini fingið húgvuna