Lýsing
Lýsing
Mynd: hb.fo

Sterk siðvenja og áhugaverdur fótbóltur eyðkennir HB og KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.03.2018 - 20:52 Ítrottur Tíðindi

Tað heldur fyrrverandi HB málverjin og núverandi formaðurin Kaj Leo H. Johannesen.

Sunnudagin bresta arvafíggindarnir saman í Gundadali. Kaj Leo heldur, at hesir dystirnir eru nakað serligt.

- Bæði liðini hava verið úti í nógvum dystum gjøgnum árini, og tað hevur skapt nógv. Tað hevur skapt góðan vinskap millum liðini gjøgnum ættarlið. HB-KÍ dystirnir eru nakað serligt og tað merkir ein, tá ein møtir eldri KÍ-arum og HB-arum. Bæði liðini hava sterka siðvenja og hava altíð spælt áhugaverdan fótbólt. Bæði liðini royna at vera við í oddinum, hóast tað ikki hevur eydnast so væl hjá okkum seinastu 2-3 árini. KÍ hevur verið eitt av oddaliðunum og nú royna vit at byggja nakað upp soleiðis, at vit kunnu geva mótstøðu, sigur Kaj Leo H. Johannesen.

 

Bæði hava fyrireikað seg væl

Kaj Leo dugur illa at meta um, hvat fyri dyst vit kunnu vænta okkum.

Tað er ringt at siga. Eg veit, at bæði liðini hava verið nærløgd við at fyrireikað seg. Nú hevur kanska verið ivamál við veðrinum, og KÍ hevur ikki fingið vant, men nú sær út til at vit fáa gott og lýtt veður sunnudagin. So eg vóni vit kunnu fáa ein javnan, spennandi og undirhaldandi dyst. Allir klaksvíkingar, norðoyingar og klaksvíkingar í Havn skulu vera hjartaliga vælkomnir í Gundadal sunnudagin, sigur HB formaðurin at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS