Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sosialurin og prógvini

SKRIVAÐ: Jógvan Páll Lassen  |  14.03.2018 - 16:37 Lesarabrøv Tíðindaskriv Tíðindi

Eftir at málið um Bjarna Hammer er liðugt, roynir Sosialurin at flyta fokus og koma við nýggjum skuldsetingum, og tá so er, loyvi eg mær heilt “undtagelsesvis” at gera hesar viðmerkingar til málið.

Tað er nú einaferð soleiðis, at Bjarni Hammer ikki hevur tagnarskyldu um tað, sum stendur í tilfarinum, meðan undirritaði hevur ávís atlit at taka í hesum sambandi.

Tá so er, so kann staðfestast, at málið eftir 17. november 2017 kemur í hendurnar á Sosialinum við eini ætlan um at fella Bjarna Hammer. Tað sum síðani hendir er, at Sosialurin fer inn í málið og blívur partur á tann hátt, at Sosialurin fyriskipar bandupptøkur – ein hoyrir tíðliga, at Sosialurin teskar aftanfyri – hvat spyrjast skal um.

Sosialurin setur seg síðani í samband við løgregluna við hesi fyrstu bandupptøku frá 15. desember 2017 og fær har greitt at vita, at tað er revsivert, tað sum tey eru í gongd við – brot á revsilógina § 23. Men hóast hetta, so boðar Sosialurin frá, at tey “De ( Sosialurin ?) ville lave et “set up” mod Bjarni Hammer “ .

Eingin í morgunballinum í 2014, sum avhoyrd eru í málinum, kunnu vátta søguna, sum “keldan” nevnir um hash. Vert er eisini at leggja til merkis, at Barbara Holm er við kelduni, tá ið løgreglan  avhoyrir kelduna.

At Sosialurin knappliga kann brúka hesa keldu, sum ivaleyst hevur verið ávirkað av einhvørjum ta náttina, um nakað, sum skal vera farið fram fyri meira enn 3 árum síðani, og sum ongantíð hevur verið eitt mál fyrr, er heilt undrunarvert.

Sosialurin umskildar seg nú við, at tað var fyri at verja kelduna at tey fóru til løgregluna við málinum, men tað er júst tað øvugta, sum Sosialurin hevur gjørt, tí tá Sosialurin fer til løgregluna, er keldan ikki anonym meira. Føroya fólk kann fáa at vita hvør keldan er, tí tað eru persónar sum ikki hava tagnarskyldu í málinum, og kunnu eisini fortelja um allar avhoyringarnar og hvat er greitt frá, og hvørji viðkomandi eru. Tí er tað beinleiðis skeivt og ein total misskiljing, at Sosialurin sigur seg verja kelduna við at fara til løgregluna, tað er júst tað øvugta, sum hendir. Keldan verður úthongd av Sosialinum.

Sosialurin – Barbara Holm – hevur tikið ognarskap av hesi ætlan og gjørt seg til part í henni, og tað er har, ið ketan fer av.

Eftir stendur, at løgreglan hevur staðfest at Bjarni Hammer ikki hevur útvegað ella umgingist hash,  hóast keldan og Sosialinum í einum tíðarskeiði frá 15/12-2017 – 27/1-2018  heilar 56 ferðir umvegis sms og við telefonsamrøðum 15. og 22. desember royndi at leggja fellu fyri hann. Hevði hann vita í hvørjum samanhangi alt hetta samskifti fyrigekk uppá, hevði eingin sak verið, men har klaraði Barbara Holm heldur ikki at halda sær.

At málið er ein svínastrika av grovasta slag av Sosialinum, er greitt, og eigur at geva øllum, ið samskifta við Sosialin, nakað at hugsa um framyvir.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Lýsing