Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eyðun Joensen, pens. sálarfrøðingur ummælir bókina Mennandi sálarfrøði, sálarheilsa og trivnaður í verki

Bókaummæli: Mennandi sálarfrøði, sálarheilsa og trivnaður í verki.

SKRIVAÐ: Eyðun Joensen, pens. sálarfrøðingur:  |  23.03.2018 - 09:28 Lesarabrøv Tíðindi

Skrivað hava Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology, p.t. lesandi til cand.psych. á ÁU og Ann- Britt F.Mortensen sosialráðgevi, eisini Master of Pos.Psych. frá ÁU , umframt aðrar lærur og starvsroyndir.

NÁM, (fyrrv. Skúlabókagrunnurin?) undir MMR hevur givið út og stuðlað við útgávurelevantari ráðgeving.

Tað er ikki á hvørjum degi, at fakrelevantar bøkur og/ella slík rit ella tekstir koma alment út á føroyskum máli, og minnist meg rætt egnu hálvu virkisøldina aftur í tíðina , munnu tað vera bert einar 4-5 seinastu árini, og eg havi ummælt tær allar (positivt), so lat meg eisini royna meg við hesi higartil seinastu.

Bókin varð annars løgd alment fram  í Miðlahúsinum á Kyndilsmessu 2/2-2018, har ikki minni enn tvey landstýrisfolk, annað umboðandi heilsuverkið og hitt mentanina, røddu. Ætlaði mær at líða á, tó tað lá ikki fyri.

Nú eg síðani havi fingið bókina til gávus, sum tøkk fyri gamlan íblástur (?), havi eg við fragd og áhuga lisið hesa forvitnisligu, slóðbrótandi og fangandi bók og valt at ummæla eisini hana, samstundis sum eg undrist á, at higartil eingi yngri , feskari og helst betri skúlað enn eg hava latið við seg koma um bókina, sum er eitt frambrot á góðum, lættlisnum, føroyskum máli.

Hon er væl skipað , eisini við viðkomandi strikumyndum, frágreiðingum, tilvísingum, dømum og uppgávum,og er bókin tískil væl skikkað sum bæði lærubók á miðnámsstøði og sum fakligur íblástur til so mong og ymisk ,sum virka innan barna- og unglingauppaling eins og í professionellum viðgerðarhøpi.

Tó bókin er sum so neyvan heilt dekkandi at brúka einsamøll sum ALMENT kunnandi grundbók í psykologifrálæru á miðnámsstøði, tí minnist meg rætt, og tað er enn galdandi, so eru fyrisitingarligu krøvini har, at veitt skal verða lesandi eina nóg BREIÐA kunning og innleiðsla um sálarfrøðilig vísindi í síni heild, haðani lesandi so kunnu velja at fara neyvari inn í partar av sálarfrøðini, t.d. læru- og/ella menningarpsykologi, sosialpsykologi , v.m.

Sostatt er henda bók í so spesifikk at dekka alt tað kravda, tó mær tykir hana sera væl skikkaða til síni serøki : mennandi sálarfrøði, sálarheilsu og trivnað í verki afturat einari breiðari egentligari almennari grundbók, sum so tryggjar tað breiða , um enn  grynri innlit í sálarfrøðai sum heild.

Saknur er framvegis á grundbók í almennari sálarfrøði á føroyskum máli – og um ikki annað so góðari umseting av nóg frægari útlendskari, síðani sjálvt ORÐFANGI eisini hevur týdning fyri fakinnihald, -úrkomu og -dannilsi.

Henda bók Gitte og Ann-Britt er málsliga væl ílatin. Treyðugt so slepst illa undan onkrum fremmandaorðum, tó tey kunnu lesarar skilja, læra ella venja seg við gjøgnum kontekstin og/ella sláa upp.

Bókin er mær kunnugt tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum um POSITIVA SÀLARFRØÐI, sum, gott tað sama, IKKI  er  tað í frumsálarfrøði og heimspeki: POSITIVISMA.

Tann positivisman snúði seg meira um eitt ekstremt náttúruvísindaligt konsept m.a at uppala og dressera fólk og fæ eftir. Talan var í tí føri um eina mangan bondska, lítið etiska og mannvonda  kontanta atferðarviðgerð.

Russisk og amerikonsk vísindafólk gingu undan í verki, og sagt verður at slíkar positivistiskar viðgerðarskipanir í besta starvsstovulíki vóru (mis ?)-brúktar til m.a. at tvingsils- ”umskúla” politiskt fráfallin, drankarar, eins og fólk, sum tá í tíðini vóru mett at vera kynsvillingar.

Ikki tí, sjálvur havi eg í viðgerðarmaktarloysi við støði í somu fornu natúruvísindum stundum fyriskipað sjúkrahúsviðgerð av m.a. lívshóttandi etingarólagi, sjálvsløstan eftir slíkum leisti – og tað við hagfrøðiliga sæð heilt góðum úrslitum í mun til aðrar viðgerðarhættir. Men møguliga ”eyðnaðist bara sjálv (skurð)-viðgerðin”, og sjúklingurin ”doyði” kortini.

Tá er POSITIV PSYKOLOGI hópin meira manssømandi og – vinarlig, manipulerar sum so ikki fólk, men tekur tey við upp í menningina betra vegin og veitir teimum meðabýrgd fyri egnari menning, trivnað, í vælveru og egnari lívslagnu.

Samanumntikið ger positivisma nakað VIÐ viðskiftafólkini, meðan positiv psykologi ger nakað SAMAN við viðskiftafólkum.

Bókin tekur útgangsstøði í rámandi kritikki av gomlum viðgerðarpraksis, har vit baksaðust yvir evnir einamest ”at reparera feilir ella sløkkja eldar” so hvørt uttan at hava nóg frægar stundir, orku  ella aðrar arbeiðsumstøður at granska sjúkuorsøkir og harvið fyribyrgja bágum.

Bókin byrjar við eini rámandi søgu um eitt bjargingarfólk, sum áhaldandi baksast við at draga druknandi meðmenniskju upp úr eini rennandi á uttan at hava stundir at vita hvar, hví og hvussu hesi fólk detta út í vandamiklu ánna.

Søgan rakar meg og helst við mær mangar gamlar sálarbøtarar meint, og í hvussu er, so kenni eg meg og mítt lívsyrki væl aftur í søguni, tó eg verji meg við, at stundir og orka hava ikki verið til stórt annað enn at veita psyk. fyrtstuhjálp, bøta bráfangis slíkar løstir, og mann eg í so máta deila lagnu við so mong onnur undangongufólk í heilsu- og almannayrki, tó ”guðsbarn sigst batna” , og  almennar starvsetanir nú á døgum yvirhøvur eisini geva sínum setta fólki høvi at granska, skriva og deila út av sínum arbeiðsroyndum.

Henda bók tekur støði í positivari sálarfrøði við rótum heilt aftur til ”gamla” Maslow og hansara slóðbrótandi verk aftur í farnu øld, har sjóneyka og virki psykologa heldur átti at vera vent móti dygdum, virðum, tráan og trivnaði manna heldur enn áður mest lýtum.

Gamaní kann neyv sjúkustaðfesting og diagnosa vera neyðug fortreyt fyri munagóðari viðgerð og bata, tó hon einsamøll neyvan bøtir nakran bága.

Positiv sálarfrøði er nógv ment hesa seinastu fjórðingsøldina og kann , afturat og saman við øðrum viðkomandi vísundaligum sjónarmiðum , veita mongum, leikum sum lærdum, íblástur at skilja og menna seg sjálv umframt meðmenniskju, veri tað seg børn og ung í fostringshøpi, sum  námsfrøðingur,  lærari, sálarfrøðingur, lækni, sosialarbeiðari, ítrottarvenjari , v.m.

Eisini meti eg bókina kunna hava áhuga hjá fólki á ellisárum.

Bókin normaliserar væl og skilvíst nøkur (eisini trupul) lívsforløg heldur enn bara at staðfesta  og kategorisera tey sum burturav negativ, men veitir vónir og ráð um endurreisn aftaná upplivaðan mótburð.

Bókin lýsir tí viðurskifti, sum kunnu vera týðandi fyri sálarheilsu og trivnað og veitir við støði í nýggjari gransking um heilans ótrúliga bygnað og virki, m.a.neuroplastisitet við fjølbroytni, innlit í, hvussu menniskju læra, mennast og trívast, harvið betur skilja sjálvan seg og kunnu dugna øðrum, sum t.d. børnum, sum fólk privat og/ella professionelt varða av.

Henda bók er bert slakar 200 síður, tó hon fyllir nógv í mínum høvdi og sinni.

Samanumtikið eigur eitt ummæli ikki at fara niður í hvønn smálut og endurlýsa alt tað forvitnisliga, skilvísa, vísundaliga væl dokumenteraða og  pedagogiskt væl skipaða innihaldið í hesi bók.

Eg kann mæla fólki, leikum sum lærdum, til at ogna sær bókina... og sum høvundarnir sjálvir mæla til: Les hana fyrst í síni heild ,síðani og eftir tørvi sum eina greiða, væl skipaða uppslagsbók, er tørvur á meira návitan, ráðum ella  meira íblástri.

Og , sum áður nevnt, so er bókin eisini væl skikkað  sum frálæruamboð í útbúgvingarhøpi.

EyJo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…