Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsliðsbúnin nýggi sýndur fram í kvøld

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.04.2018 - 22:51 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Á lítlari samkomu í kvøld, bleiv nýggi búnin hjá føroyska manslandsliðnum sýndur fram. Hetta er ein búni, ið er gjørdur serstakt til føroyska landsliðið. Tað er italienska felagið Macron, ið hevur staði fyri tilevningina og tí er hetta ein serstakur búni, bert til føroyska landsliðið. - Og hann er sermerktur, tað fingu vit at síggja, sum vóru boðin á framsýningina í kvøld. Framman hómst  Merkið í troyggjuni, og aftanfyri hómast kort av Føroyum og onnur lítillátin sermerki eru eisini.

Macron er sett av Fifa at hjálpa londum við teirra handilsligu átøkum, bæði í klæðum og í smálutum annars, eisini eru teir við um áhugi er at seta á stovn handil við landsliðslutum.

Tað var Virgar Hvidbro, sum bjóðaði vælkomin og sum kunnaði um búnan og eftir hann segði umboð fyri Macron nøkur orð um felag sítt.

Stuttligt var eisini at síggja smábørnini spæla ein undirhaldsdyst á Tórsvølli í føroyskum landsliðsbúna. Her nakrar myndir frá kvøldinum:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini