Lýsing
Lýsing
Munandi og framtíðartryggjað verkætlan hjá SEV, sum veitir holla og tryggari el-veiting í norðurøkinum | Mynd: Dávur Winther

SEV dagførir el-kervið í norðurøkinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  08.05.2018 - 18:19 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í seinastuni hevur SEV grivið veit frá smoltstøðini í grótbrotinum á Stornd, og eru teir nú komnir heim um Grønaból. Talan er um drúgvt og rúgvusmikið arbeiðið, har eisini Klaksvíkar kommuna og Føroya Tele dagføra sínar leiðingar við ávís strekki.

SEV leggur 2 stk. 60 kV kaðalar, 3 - 6 stk. 10 kV kaðalar, og verða eisini samskiftis- og lágspenning leiðingar lagdar summar staðir.

Slíkir 60 kV kaðalar, sum her verða lagdir, eru partur av samlaða ringinum (net-kervinum) um alt landið hjá SEV. Hesir kunnu føra 44 MW hvør, upplýsir SEV.

Koblingsstøðin á Strond hevur eina trafo-orku á 2 x 16 MW. Til samanberingar brúka allar Norðoyggjar í dag samlað 6 MW.

 

Leiðin er long

Leiðingarnar verða grivnar frá gamla grótbrotinum á Strond, gjøgnum alla Klaksvík, umvegis Norðoyatunnilin, gjøgnum Lorvík, gjøgnum Leirvíkstunnilin, niðan gjøgnum Gøtudal til nýggju koblingsstøðina Innan Eið - omanfyri Varmakeldu.

Arbeiðið Klaksvíksmegin verður ætlandi liðugt um tvey ár. Málið er, at alt arbeiðið liðugt um 3 ár.

Hetta arbeiðið verður gjørt fyri at styrkja um alt netið í norðurøkinum, og fyri at fáa luftlinjurnar burtur, soleiðis at veður og vindur hevur minni ávirkan á streymveitingina – at streymveitingin ikki fer av vindi, klaka og kava. Tí gagnar henda stóra verkætlan øllum viðskiftafólki og -virkjum hjá SEV í umtalaða øki.

 

Kostnaður

Kostnaðurin fyri alla verkætlanina er uml. 60 millónir. Tá er gjaldið fyri koplingsstøðina á Strond og kaðalleggingina frá Varmakeldu til smoltstøðina í grótbrotinum á Strond við.

So sigast má, at talan er um eina munandi og framtíðartryggjaða verkætlan, sum kemur at veita norðurøkinum holla streymnveiting rúma tíð fram, ið eisini er tryggjað móti vindi og veðri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…
Føroysk skip fáa tillutað royndarkvotu í…
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Føroysk rokksøga í KVF
Norðlysið á gøtuni
Bankarnir hava nóg mikið av gjaldføri
Sølan hækkaði 8% - tøkugjaldið 295%
Øssur kosin ársins borgari
Aðalfundu­rin hjá Javna 2024
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran