Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppskeringin av hvali á Sjómannadegnum útbygd í ár

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.05.2018 - 16:11 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Teir tríggir, Tummas Lervig, Jóannes Mørkøre og Asbjørn Østerø royndu seg við at bjóða fram grillað tvøst á Sjómannadegnum í fjør.

Tiltakið var sera væl eydnað og flestu sum royndu tað vóru í veruleikanum ovfarin av, at grindahvalatvøst kundi grillast bara stutt bil og haraftur at smakka so framúr væl. Flestu vit onnur eru von við, at tvøstið skal kókast leingi ella turkast í mánaðir, áðrenn tað kann etast.

Teir tríggir vístu okkum nakað annað á Sjómannadegnum í fjør.

Nú ætla teir sær meira hesaferð. Tá Grindamannafelagið fer at sýna fram uppskering av hvalinum, sum vit fingu úr Gøtu í fjør, fer eisini at vera møguligt at royna grillað tvøst á framsýningini. Pallurin verður útbygdur við grillum og servering, samstundis sum Grindamannafelagið fer at skera upp hval undir góðari vegleiðing frá Hans Jákup Hermansen, ið eisini greiður frá á enskum.

Sjómannadagurin og teir tríggir "eldsálirnar" takka fyri, at til bar at fáa tvøst til tiltakið!

Niðanfyri nakrar myndir frá tá menninir fingu tvøstið til høldar úr Gøtugrindini í gjár, sum Tummas Lervig hevur tikið við telefon síni:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari
Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjó…
Hugnakvøld í Amarant í samband við Virki…
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Hvør verður nr. 1?
Forkunnug framsýning í Varpinum
Hugnaligir gestir
Hanus segði farvæl við manér
Norðoya Kunningarstova kallast nú Visit…
Semja millum Føroya Pedagog­felag, Fíggja…
Landsfelag Pensjónista hevði aðalfund 20…