Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kjarnbítur

Hugnaligir gestir

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  29.04.2024 - 21:01 Myndarøð Tíðindi

Forkunnugasti gesturin í hávanum her hjá okkum er Kjarnbítur. Um Kjarnbít sigur "Fuglar í norðurhøvum" at hann hevur óvanliga tjúkt nev, stórt høvd og er knáligur. Litirnir eru týðuligir, men eingir fagrir. Steggin er heldur reinari littur enn bøgan. Um tilhald hansara verður sagt m.a. at Kjarnbítur eigur í leyvtrøum úr miðjaðarhavslondunum norður í Suðursvøríki. Hann eigur ikki í Noregi. Hann eigur um meginlandið í Europa, eystur í Sibiria. Sagt verður har, at í Føroyum er hann sæddur í 1986, 87 og 88.

Men helst er hann sæddur oftari enn tað, tí aðrastaðni havi eg sæð, at hann er fyrstu ferð sæddur í Føroyum í 1947 og Silas Olofson segði mær, at hann hevði ikki sæð Kjarnbít á hvørjum árið, so ivaleyst er hann sjáldsamur. Fuglar í Norðurhøvum kom út í 1990, so helst er nógv broytt síðani tá.

Sum sæst á myndunum, so hava fleiri Bókígður vitja her í havanum og ikki minst hava vit verið glað fyri Bringureyða, Kvørkveggjurnar, stararnar og ikki minst fyri spurvarnar, ið vitja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig
Tá fólk ikki fáa møtt til arbeiðis vegna…
VIT SKULU HAVA EINA ORDILIGA LØNARHÆKKAN
SNAKK, SNAKK, SNAKK, GAKK, GAKK, GAKK -…
Stýrir Sambands­flokku­rin í veruleika­num…
Espen Haug verður nýggjur høvuðsvenjari…
Fríggja­dagin kom út verkið Tættir og tei…
Svenskur verjuleikari til KÍ
Nýggj bók – Saman um samkomuna
Straight Ahead heiðraðir
Jóhan Josephsen er nú toppskjútti í 1.de…
Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR…
Kom og hoyr Sangkórið í Betesda og um le…
Hetta er mítt HJÁLPARTÓL!
Varpið brakaði saman við Straight Ahead!
Myndarøð: Heiðurs­konsert fyri Straight A…
Jørgin Dahl fekk Listavirðisløn Nólsoyar…
Nýggj kanning: Hvat halda føroyingar um…
Fólka­flokku­rin: Skattgjalda­rin hevur upp…
Petur Larsen yvirskot í 2023
Lýsing