Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyatunnilin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  24.10.2003 - 08:04 Eldri tíðindi

Nú so langt er komið við P/F Norðoyatunnlinum, eiga okkara politikarar at fara at krevja at virksemið hjá partafelagnum verður lagt í Norðoyggjum.

 
So kom glið á viðvíkjandi Norðoyatunnilinum. Í gjár (hósdagin) skuldu tilboðini latast upp, og í útvarpinum segði landsstýrismaðurin í vinnumálum, at hann gekk út frá, at fyrsta skotið til tunnilin fór at vera latið av áðrenn hetta árið er úti.
Nú so langt er komið við P/F Norðoyatunnlinum, eiga okkara politikarar at fara at krevja at virksemið hjá partafelagnum verður lagt í Norðoyggjum.
Tað er hóast alt her, at Norðoyatunnilin skal virka og tað hevur týdning, bæði fyri samfelag og brúkarar, at umsitingin liggur so nær virkisøkinum sum gjørligt.
Vit hava sæð, hvussu klossugt P/F Norðoyatunnilin hevur verið, tá talan hevur verið um at ogna sær økið til veg og til økið har farast skal undir sjálva tunnilsgerðina. Eitt tað ringasta tú kanst gera, er at lata ein skrivstovuklerk úr Havn greiða slíkt, sum sjálvandi er eymt hjá ognarunum.
Nógv av jørðini hevur gingið í arv í fleiri ættarlið og tað er fáviskut at hugsa, at ein slík ognartøka ikki skal raka tað innasta í eigarunum. Tí er framfararhátturin so ógvuliga umráðandi tá slíkt verður gjørt.
Men tað eru eisini onnur og líka stór atlit, ið skulu takast í framtíðini. Skal Norðoyatunnilin fáa sum minst trupulleikar, so er eisini sera umráðandi at teir, ið standa aftanfyri partafelagið og eisini umsitingin alla tíðina neyvt veit, hvat rørist í lokalsamfelagnum teir eru settir til at tæna.
Tað líkist ongum at tilboðini til Norðoyatunnilin nú skulu latast upp á Hotel Hafnia í Havn og tað er langt úti at ikki skal bera til at finna umsitingarstøð til P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin aðrastaðni enn í Havn.
Her eru ikki mál sum snúgva seg um at leggja út. Hetta eru nátúrliga umsitingarmál, ið eiga at liggja í Vágunum og Norðoyggjum og politikarar okkara mugu syrgja fyri at hetta verður gjørt skjótast.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum
SF: Vit verða líka kløkkir hvørjaferð
Kári Sverrisson heingir eitt ljótt, ljót…
Nakrar málsligar eygleiðingar
Nú nærkast – ein av teimum allarstørstu…
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…