Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein vanlukkulig fiskivinnunýskipan

SKRIVAÐ: Kaj Leo Holm Johannesen  |  13.06.2018 - 09:56 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Fiskivinnunýskipanin er ein vanlukka fyri okkara land, tá reiðarar byrja at selja skip av landinum grundað á nýskipanina. Tað er eisini okkurt galið, tá flakavirki ikki sleppa at byggja út. Tí má nakað gerast skjótt frá politiskari síðu, fyri at rætta uppá vinnuskaðiligu avleiðingarnar, sum vísa seg frá nýggju fiskivinnulóggávuni

Aftur og aftur hoyra vit, hvussu væl alt virkar við nýggju fiskivinnulóggávuni, og serliga samgongan við Tjóðveldi á odda roynir at verja nýggju skipanina. Hetta verður gjørt, uttan at lurta eftir tí konstruktiva kritikki, sum førdur verður fram av vinnuni o.ø., sum eru rakt av nýggju skipanini.

Samgongan og fiskimálaráðharrin skuldi heldur komi við einum útspæli um, hvat kann gerast betri ella hvørjar møguligar skaðiligar forðingar muga beinast av vegum.

 

Hví ikki vera opin fyri kritikki og betringum?

Tað virkar sum um, at áhugamálini hjá vinnulívinum í nýggju fiskivinnuskipanini koma í aðru røð, meðan áhugamálini hjá landskassanum koma fremst. Men eitt er vist og tað er, at gongur illa í vinnuni, so slær tað aftur á inntøkurnar hjá landskassanum og okkara vælferðarsamfelag.

Øll við sunnari fornuft síggja, at her hongur ikki saman, tá 17 mans seinastu dagarnar fara av einum Barentshavstrolara í éinum, tí ein týðandi partur av kvotuni er skryktur undan teimum, og tá eitt vanligt flakavirki ikki longur sleppur at gera íløgu í eina útbygging.

Nú má gerast ein politisk og vinnulig eftirmeting av nýggju fiskivinnuskipanini og sannleikin koma fram um hesa nýggju skipan, soleiðis at tað ikki gongur heilt galið.

Er tað veruliga ongin í samgonguni, sum dugir at síggja, at fiskivinnunýskipanin longu nú hevur nakrar skaðiligar avleiðingar við sær.

Góðu samgongulimir, lat okkum sum skjótast saman broyta lógina og forða fyri teimum skaðum, sum standast av fiskivinnunýskipanini.

 

Kaj Leo Holm Johannesen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap