Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gallup: 90% av republikansku veljarunum stuðla Trump

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  30.06.2018 - 10:20 Politikkur Tíðindi

Hvønn dag verður Trump sagdur at verða umstríddur, men nóg bendir á at hann eisini er undirmettur.

Hóast umstríddar politiskar útmeldingar, rættarmál, kanningarstjórar, skandalur og skinklandi politiska kós vísir nýggjasta veljarakanningin hjá Gallup at heili 90% av republikansku veljarunum stuðla amerikanska forsetan. Donald Trump hevur meira stuðul enn nakar annar Republikanskur forseti hevur havt í sínum egna flokki. Hann er enntá betri umtóktur enn George W. Bush var beint eftir terroratsóknirnar (9/11) í New York, skrivar CNN

Vanliga hugsanin millum politiskar viðmerkingar hevur higartil verið at Donald Trump, sum tíðin leið fór at missa undirtøku, eisini millum sínar egnu veljarar. Men seinasta veljarakanningin gevur ábendingar um júst tað øvugta, tí sambært Gallup geva tølini ábending um at Trump væl á veg at vinna komandi forsetavalið.

Gallup tølini vísa at heili 45% av amerikansku veljarunum halda Donald Trump ger eitt gott arbeiði hóast allar skandalusøgurnar, sum hvønn dag verða skrivaðar um amerikanska forsetan.

Sambært CNN samsvara veljaratølini hjá Donald Trump við tey hjá Jimmy Carter (42%), Ronald Reagan (44%), Bill Clinton (44%) og Barack Obama (47%) um somu tíð. 

 Les meira her 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing