Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndatekst: Sílafiskarar á Íslandi í 2016: Frá vinstru: Eirikur Ingvardsson, Charles Olsen, Josias Jacobsen, Høgni Høgnesen, Ásmundur Joensen, Jógvan Johannesen, Kristian Johannesen, Jens Dam og Oliver Joensen | Mynd: Mynd: Oliver Joensen

Sílafiskarar á 90 ára føðingardag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.03.2026 - 16:38 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

22. februar í ár, fekk eg soljóðandi teldupost frá Vibeku Garlach Ingvardsson: 12 mars fejrer vi Eirikur på hans 90 års fødselsdag. Alle er velkomne, vil du give beskeden videre til “fiskekammeraderne”.

Tað var so, at eg hevði skipað fyri silaveiðutúrum á Íslandi, saman við fleiri øðrum í bólkinum. Íslandstúrarnir blivu fleiri til samans og manningin var ikki alla tíðina neyvt tann sama. Men myndin omanfyri sýnir bólkin á Íslandi í 2016, júst 10 ár frammanundan føðingardegnum hjá íslendinginum Eirikur Ingvardsson, sum í eitt mannaminni hevur starvast í Føroyum og búleikast saman við konu síni Vibek Garlach Ingvardsson.

Túrurin á Íslandi í 2026, júst fyri 10 árum síðani, var ógvuliga væl eydnaður. Vit vóru fyri tað mesta á Norður og eysturlandinum. Við Eiriki Ingvardsson, sum staðkendan, var gaman hjá okkum at leita upp góð vøtn, áir og øki á sjónum, har vit fingu nógv síl.

Samanlagt komu vit víða um í Íslandi á fleiri av túrum okkara. Uppi á Vesturlandinum vóru vit eisini eins og á Suðurlandinum, har vit millum annað royndu eydnuna á Tingvallavatni. Jú íslandstúrar okkara vórðu minniligir og hvør veit, kanska megna vit ein túr afturat, men so skal berast skjótt at, tí Eirikur er farin at eldast og tað sama er galdandi fyri fleiri okkara.

Hans Hjalti undirhelt

Móttøkan á Norðskálavegi var fyrimyndarlig. Her var nógv fólk samankomið at heiðra Eiriki, sjálvandi er kona hansara eisini kend ímillum føroyingar. Hon flutti til Føroya í 1967 og tey bæði fluttu til Norðskála í 1978  eftir at hava búleikast í Havn frá 1967.

Okkara Hans Hjalti Skaale var somikið umhyggin at hann hevði gittara sín við og hann smæddist ikki fyri at undirhalda við sangi og spæli. Hann hevði umsett eina Fiskivísu úr norskum, sum bleiv frumframførd fyri fødselarinum og gestum við hetta høvið. - Alt í alt ein sera hugnalig løta, ið vit “fiskivinmenninir” takka fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag