Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hví bara eina atkvøðu  

SKRIVAÐ: Steintór Rasmussen  |  16.03.2026 - 17:24 Lesarabrøv Politikkur

Kvinnur og menn. Ung og tilkomin. Skilafólk úr øllum landinum. Tað eru fleiri, sum eg kundi hugsað mær at valt.  Og ein góðan dag ikki bara tann eina flokkin.

 

 

 

Tað eru 33 tingsessir. Men hví hava vit bert hava ta einu atkvøðuna, tá ið 160 fólk við ymiskum dygdum og gávum  bjóða seg fram at stýra Føroyum? Og tey allarflestu vilja sleppa í samgongu. Eisini við flokkum og løgtingslimum, sum hava eitt sindur øðrvísi hugsanir.

Tað eru nøkur ár síðani, at eg fyrstu ferð setti spurningin.  Politiska skipanin við einum valdømi er bara næstbest. Lokalfeløgini fara spakuliga í søguna. Samanhaldið og tað góða kjakið er um at hvørva.   Tilvildarlig uppstilling og líkasæla valdar. Og tað er eitt afturstig fyri fólkaræði og okkara land.

Tíðirnar broytast. Og kanska er stundin komin at endurskoða okkara valskipan. Vit skulu ikki avmarka, men styrkja demokratiið!

Fólkaræðið snýr seg um at byggja brýr og finna semjur. Og gævi tað ongantíð verður so, at bert tann eini flokkurin valdar her á landi. Vit mugu góðtaka, at tað eru fleiri góðar meiningar og at onnur eisini duga.  So tað rættasta hevði kanska verið, at hvør borgari fekk tríggjar atkvøður, har í mestalagi tveir krossar kunnu setast við sama flokk.

Tað er eitt sindur løgið, at vit sleppa at atkvøða upp á fleiri persónar, tá ið Hundafelagið hevur aðalfund, men at vit bert sleppa at seta ein kross, tá ið Løgtingið skal veljast.

Sum demokratisk hugsandi menniskju mugu vit at rúma meiri enn tí eina persóninum og tí eina flokkinum.  

Tað eru fleiri góð og ágrýtin valevni, sum meginparturin av føroyingum tíanverri ikki koma at geva gætur. Vit hava jú bara ta einu atkvøðuna, hon er sera dýrabær, og vit kunnu kortini ikki vera allastaðni.  Nógvir føroyingar eru siðbundnir. Velja helst lokalt. Ofta ein í familjuni. Ella møguliga ein dámligan starvsfelaga, sum er komin á ein lista. Men tað er trupult at velja bæði sum hjartað og høvdið vil.  Antin velur tú hann ella hana. Og hví fara yvir um ánna eftir vatni? 


Í dag er stórur partur av stemmunum oyramerktar. Forholdini eru smá og ágangurin eftir atkvøðuni stórur. Kvinnur mugu stríðast fyri at rætta upp á tað vanbýtið, teimum  er fyri. Ung mugu stuðla ungum. Fólk í útjaðaranum mugu standa saman.

Skulu vit halda fram í einum valdømi, mugu vit geva fólki ein reellan valmøguleika.

Í alt ov stóran mun skapar verandi skipan eina óhepna polarisering millum kvinnur og menn, ung og gomul, høvuðsstað og útjaðara … 

Eg trúgvi ikki, at fólkaræðið hevði mist nakað, um borgararnir í landinum sluppu at velja trý valevni, har mestalagi tvey vóru úr sama flokki.  Við fleiri enn 100.000 atkvøður, har triði hvør krossur fer til ”tey næstbestu” vildi samlagda valúrslitið helst givið eina sannari mynd av fólksins vilja.  


Vit eru fáment. Føroyingar eru siðbundnir. Fólk arva hugsjónir og meiningar. Men til vildar øllum kann ongin gera. Og politikarar læra skjótt at tosa við fleiri tungum. Tí hevði tað verið meiri nátúrligt, um borgarin eisini fekk meiri enn ta einu  atkvøðuna, um roknistykkið skal ganga upp.

Gott val øll somul!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sum ein dreymur
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Lýsing