Lýsing
Lýsing
Planet siglur kring Føroyar
Mest framkomna havrannsóknarskipið hjá NATO hevur siglt kring oyggjarnar seinastu dagarnar. Vørn vita ikki av teirra ørindum. Hvat gera teir her? Vita føroyskir myndugleikar hvat skipið ger her?
Skipið kallast Planet og er úr Týsklandi. Skipið verður nýtt til uppmátingar og royndir. Tað er bygt soleiðis, at tað klárar seg væl í høgari aldu og ringum veðri. Skipið hevur møguleika at skjóta torpedo'ir. Ymsar vápnaskipanir kunnu installerast í skipið.
Fyri nøkrum døgum síðan siglu teir eystan fyri Nólsoynna har samskiftiskaðalar okkara til Hetlands ganga og í dag frættist at teir hava skjótivenjingar vestanfyri móti markinum.
Norðlýsið stendur við fleiri spurningum enn svarum.
Seinastu tíðindini