62°N og Eventz Føroyar í spennandi samstarvi um EM-hondbóltsferð til Oslo 2026
62°N og Eventz hava lagt lunnar undir eitt spennandi samstarv, ið skal tryggja føroyskum hondbóltsfjepparum eina heilt serliga og ógloymandi hondbóltsferð, tá føroyska landsliðið fer á vøllin til EM bólkaspælið í Oslo, januar 2026.
Við at sameina okkara styrkir og royndir innan ferðavinnu og undirhald, skapa vit eitt størri, betri og sterkari upplivilsi - eitt hondbóltsævintýr uttan líka.
Trýstið hevur verið og er ómetaliga stórt, og longu nú eru túsundtals føroyingar ógvuliga áhugaðir og spentir uppá at tryggja sær pláss til hondbóltsferðina.
Vit arbeiða av øllum alvi og áhaldandi við at snikka saman pakkaloysnir, har alt er við - bæði flog, hotel, atgongumerkir og undirhald, so vit kunnu bjóða eina ferðauppliving av hægstu dygd.
Samstundis verður eisini møguligt at keypa einstakar pakkar, so sum bert hotel, ella hotel + atgongumerki.
Meira kunning verður á Facebook-síðunum hjá bæði 62°N og Eventz Føroyar komandi tíðina.
Sølan byrjar 21. mai 2025