Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nei John William, Føroysk Miðlafólk hvørki ”forsvarar” ella ”leggur lok á”

SKRIVAÐ: Føroysk Miðlafólk  |  02.07.2018 - 17:18 Lesarabrøv Tíðindi

Viðmerking til grein í Norðlýsinum 1. juli 2018: 

Føroysk Miðlafólk er eitt fakfelag fyri fólk í føroyska miðlaheiminum. Og felagið roynir at halda fokus á journalistikkin og arbeiðsumstøðurnar hjá fjølmiðlafólki.

Tá Føroysk Miðlafólk valdu at gera viðmerkingar til sonevnda teldupostmálið millum nú fyrrverandi kringvarpsstjóran og Vágaportalin, var tað fyri at minna á spælireglurnar fyri tíðindaflutning. Tí tá ein miðlastjóri framleiðir ”tíðindagreinar” við yvirskrift og sitatum frá sær sjálvum, eru bæði stjóri og fjølmiðil farin av kós.

Føroysk Miðlafólk eru spurd eftir viðmerking til greinina í Norðlýsinum hósdagin 28. juni, ið snýr seg um innlitsumbønir frá nøkrum navngivnum fjølmiðlafólkum í Kringvarpinum.

Um uppáhaldið hjá Norðlýsinum um innlitsumbønir við ivasomum endamálum er rætt, so er tað ein arbeiðsháttur, sum ikki samsvarar við góðan journalistikk og sum Føroysk Miðlafólk fordømir. Tað er sjálvandi ikki í lagi, um journalistar brúka innlitslógina sum amboð at fremja fjaldar ella ivasamar dagsskráir.

Tað hendir viðhvørt, at fjølmiðlar samstarva um mál. Og tá kunnu innlit og onnur skjøl eisini ferðast millum miðlarnar. Men slíkt samstarv eigur at fara fram í opinleika, soleiðis at lesarar og lurtarar vita um tað. Eisini krevur slíkt samstarv greiðar, innanhýsis mannagongdir á redaktiónunum. Til dømis um, hvussu viðkvom skjøl verða handfarin.

Føroysk Miðlafólk verða í greinini á Norðlýsinum 1. juli løgd undir at ”forsvara framferðina hjá fyrrverandi tíðindaleiðaranum” og ”ikki taka frástøðu til skandaluna á tíðindadeildini í KvF”, eins og felagið verður lagt undir at vilja ”leggja lok á málið”.

Føroysk Miðlafólk hevur eygleitt orrustuna millum kringvarpsstjóran og tíðindaleiðaran, nú bæði fyrrverandi. Ein orrusta, sum formliga hevur vart í sjey mánaðir. Tíðliga gjørdi nevndin í Føroyskum Miðlafólkum ta niðurstøðu, at felagið skuldi halda seg frá at taka partí við øðrum partinum í hesi konflikt. Ta linjuna hevur felagið hildið seg til, hóast vit javnan eru biðin um at gera viðmerkingar til málið. Føroysk Miðlafólk eru ikki partur av hesari konflikt, sum málið um innlitsumbønirnar nú eisini verður tvinnað uppí.

Vit hava roynt at halda fokus á journalistikkin og arbeiðsumstøðurnar hjá journalistum. Í sjey mánaðir hevur landsins størsta, journalistiska arbeiðspláss verið rakt av eini konflikt, sum gongur út yvir arbeiðsumstøður og gerandisdagin hjá starvsfólkunum.

Hendan sonevnda orrusta hevur vavt øll møguligt mál saman, og ringt er at taka eitt burturúr. Tí er eisini ringt hjá felagnum at meta um einstaka málið sum Norðlýsið tekur burturúr. Um journalistarnir hava borið seg skeivt at er tað atfinningarsamt, men annars er tað eitt mál, sum leiðslan á stovninum má taka sær av.

Tað er ikki uppgávan hjá Føroyskum Miðlafólkum at gera seg til yvirdómara í mongu leikunum í orrustuni millum nú fyrrverandi kringvarpsstjóra og tíðindaleiðara. Men vit loyva okkum tó at krevja rímuligar arbeiðsumstøður til tey, sum framleiða journalistikk í Føroyum.

Føroysk Miðlafólk 2. juli 2018

Jón Brian Hvidtfeldt, formaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðslimur fegnast um góðu gongdina
Veðrið restina av degnum og í nátt
Pætur Petersen og Joseph Michael William…
Røða hjá Mercedis til lands­fundin 2024
Komandi útgjøld úr Samhaldsfasta eru ikk…
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ í 2024
Stórt tiltak í Ítróttarhallu­num í Klaksv…
Silas Gaard til 07 Vestur
Skeiv tøl eru brúkt í greining um Russla…
Studni hevur ikki tøl fyri lesandi í Dan…
Goodboys á OY Voxbotn  
Skipar Hansen's Romm er fyrsta føroyska…
Flyta tey ungu lesandi av landinum?
Veðrið um vikuskiftið: Bert leggur leiði…
Forn sigling
Hondbóltur: A-landsliðið spælir í Klaksv…
Marknaðardagur á Fossánesi
70-ára aldursmarkið hjá kommununi eigur…
Periskop: Føroysk listasøga í dag