Hetta kann ikki bera til!
Gøla eftir gøla eyðkennir okkara public service-stovn, sum annars skuldi verið álitið sjálvt. Stjórin, sum skuldi rudda upp, gjørdi sama feil sum starvsfólkini, og misti høvdið av tí. So trupulleikin er framvegis har. Og hvat ger Mentamálaráðið? Jú, meldar út, at tey fara í feriu og tí ikki gera nakað fyrrenn í august.
Málið um tíðindaleiðaran er ein skandala, sum vísir seg at verða størri, jú meira man grevur í henni. Eftir øllum at døma hevur tíðindaleiðarin sjálvur og minst tvey onnur á Aktueltdeildini fóðrað Sosialin/in.fo við tíðindum við at biða um innlit í søgur, sum eru endaðar á forsíðuni á Sosialinum. Hósdagin í farnu viku tók eitt starvsfólk á Aktueltdeildini so blaðið frá munninum og segði, at hetta ikki slapp at henda í sínum navni.
Almenningurin hevur sambært henni fingið “eina fatan av, at øll kringvarpsfólk leka, konspirera, skriva dulnevnt og annars fyrilitarleyst leska sínar egnu maktambitiónir.”, og nú er greitt, at fólk framhaldandi fara at hava hesa fatan av Kringvarpinum fram til august, í minsta lagi. Ikki fatanina at øll kringvarpsfólk leka, konspirera, skriva dulnevnt v.m., men at summi á Aktueltdeildini gera tað.
Øssur Winthereig, nevndarlimur í fakfelagnum Føroysk Miðlafólk, varskógvaði longu tíðliga um ringu støðuna á somu deildini í KvF. Hann skrivar í desember 2017 m.a. “Eg gjørdi vart við í sendingini, at Hans í Líðini framleiðir trollemmar. At hetta sjónarmiðið var sloppið framat, førdi við sær, at ein journalistur kom í øðini til mín og segði: Tú oyðileggur allan fiskivinnudiskursin hjá okkum.
Hetta gjørdi meg sera kløkkan. At onkur hevði onkra skipaða ætlan, sum eg eftir øllum at døma hevði verið óvitandi um. Ja, ikki hevði eg væntað, at eg skuldi skriva hetta alment, men tað skakaði meg.”
Andstøðan royndi eftirfylgjandi at fella mentamálaráðharran, tí Mentamálaráðið undirkendi avgerðina at loysa tíðindaleiðaran úr starvi. Hetta miseydnaðist, og sirkusið heldur fram. Fyrrverandi tíðindaleiðarin insisterar uppá at gerast tíðindaleiðari aftur, og hevur tí kært bæði uppsøgnina og tað at verða flutt í annað starv. Og forloysingin, sum skuldi koma av niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum síðst í farnu viku, ja, hon útibleiv og kemur ikki fyrrenn í august.
Hetta hevði ikki borið til í privata vinnulívinum. At eitt arbeiðspláss soleiðis slapp at verða undirgrivið innanífrá, tí ein deildarleiðari og ein klika undir henni høvdu sína egnu agendu. Helst er tað í lagi at starvsfólk á einum public service-stovni eru truplari at siga upp, tí eina ávísa verju má fjórða statsvaldið hava. Ógjørligt má tað tó ikki vera. Tí tað setir samstundis nógv hægri krøv til integritet og trúvirði enn á øðrum arbeiðsplássum, og hvaðna verri eru skaðavirkningarnir, tá hesin integritetur ikki er til staðar.
Føroya fólk og føroyski miðlaheimurin kann ikki liva við hesum. Hvørki við at Kringvarp Føroya hevur eina agenda ella við at kringvarpsjournalistar áhaldandi sita og gera akkurát tað, sum stjórin bleiv koyrdur fyri, nevniliga við at dulnevnt at skapa ikki bara søgur (sum stjórin), men beinleiðis forsíðugølur, í øðrum fjølmiðlum. Og Kringvarpið sjálvt kann ómøguligt liva við, at starvsfólk stovnsins leka intern viðurskifti.
Summi eru farin at leggja eftir Kringvarpsstýrinum, men er skeiv adressa. Stýrið er amboðsleyst í hesum sambandi, Tey kunnu koyra ein stjóra til hús, ja, men kunnu einki gera við íkomnu støðuna og eiheldur við starvsfólkamál. Um adressan ikki liggur hjá fyribilssetta stjóranum, tí hann er fyribilssettur, so liggur hon í Mentamálaráðnum.
Tá Johnny í Grótinum varð feldur sum stjóri, varð Kringvarpsstýrið kallað saman í skundi at viðgera tað, og longu dagin eftir fall hamarin. Nú situr Kringvarpið tannleyst við einum fyribils tíðindaleiðara, einum fyribils stjóra, einum Stýri sum bíðar eftir Mentamálaráðnum, og einum Mentamálaráði, sum er farið í feriu.
Tað sær út til at landsstýriskvinnan hevur skotið hetta málið út til horna og ætlar ikki at hornasparkið skal sendast innfyri fyrrenn eftir summarferiuna, tá hon hevur fingið uppbakning í egnum baklandi og samgongu. Hetta atgerðarloysi sendir føroyska miðlaheimin langt úti í eykatíð. Eina eykatíð, har tvey val nærkast hvønn dag, tí vit skulu hava fólkatingsval innan 12 mánaðir og løgtingsval innan 14.
Tað er tvingandi neyðugt, at bilbukt er fingin við aktivistiska journalistikkin v/agendu í Kringvarpinum áðrenn ta tíð, so valstríðið – sum helst byrjar longu á ólavsøku – til bæði valini kunnu fara rætt fram. Eisini fyri starvsfólkanna egna besta, tí er tað nakar sum ikki leggur nakað í menniskjuni handan journalistarnar og starvsfólk í KvF, eru tað politikarar við høgum valfepuri.
Vónin livir enn. Sambært Brynhild Thomsen, ið skrivaði sjokerandi “Not in our name”-lesarabrævið í farnu viku, kunnu betentu elementini teljast á eini hond. Tað merkir, at tað er ikki ógjørligt at rudda upp.