Lýsing
Lýsing
Lýsing
Leiktjaldið á G! er í heimsklassa | Mynd: Gfestival.fo

Gott tónleikasummar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.07.2018 - 09:06 Leiðarin Mentan

Føroyska summarið er nógv merkt av tónleiki, og er vorðið altjóða kent fyri tað, nú stórar heimsstjørnur vitja teir føroysku festivalarnar á hvørjum ári. Hetta gevur eisini føroysku tónleikarunum eitt kærkomið høvi at sparra við teir útlendsku, og tað merkir, alt annað líka, menning.

Gomlu summarstevnurnar hava altíð havt tónleik sum týðandi part av skránni, vanliga býttan sundur í tvey sløg; andaligan tónleik á mongu møtunum, og dansitónleik til tey verðsligu. Í báðum førum hevur tónleikurin eitt endamál. At miðla eitt samband við hægri maktir, og at dansa til. Veruligar konsertir hava eisini verið, men við óregluligum millumbilum og onkuntíð við meira enn einum ári ímillum.

Í dag er hetta broytt. Teir báðir stóru føroysku festivalarnir, Summarfestivalurin og G!, hava eina røð av konsertum, fleiri um dagin, í 3-4 dagar á rað. Hartil bjóðar Voxbotn í Havn uppá 12 tímar út í eitt við konsertum. Umframt hesar etableraðu festivalarnar, eru fleiri aðrir komnir og farnir kring nærum alt landið. Úr rúgvuni kunnu nevnast Tórshavnar Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalur í Havn, Mjús á Sandoynni, við Múrin í Kirkjubø, Jóansøkufestivalurin í Suðuroy, Tórsfest í Tórshavn, og so Countryfestivalurin í Vágum, harav hesir báðir seinastu liva sítt fríska lív.

Føroyska summarið er nú spekkað við tónleikatiltøkum, har gomlu stevnurnar og nýggju festivalarnir skiftast um og mynda eitt tónleikasummar. Frá Norðoyastevnu yvir Eystanstevnu, Sundalagsstevnu, Jóansøku, Voxbotn, Varmakeldu, Fjarðastevnu, Vestanstevnu, G!, Tórsfest, Ólavsøku, Ovastevnu og til Summarfestivalin.

Sagt verður um tónleikarar, at teir arbeiða, tá ongin annar ger tað. Hetta er satt uppá fleiri mátar, bæði hvat viðvíkir samdøgrinum, vikuni, og árstíðini. Tað er tá nærum øll onnur halda frí, at teir eru til verka. Ikki minst passar hetta fyri summarið í Føroyum. Steðgur er í politikkinum, í fótbóltinum, í so gott sum øllum útbúgvingum, og um tað mundið, tá hesar reglurnar verða prentaðar, fer industriferian í gongd fyri tað føroyska vinnulívið. Men tónleikararnir, teir bretta upp um ermar hetta tíðarskeiðið og átaka sær ta truplu uppgávu at syrgja fyri, at vit ikki keða okkum í frítíðini.

Hetta er tó ikki nøkur ótakksom uppgáva. Fólk flest eru sera fegin um tað, tónleikararnir gera, og tað skortar ikki uppá glað andlit, herðaklapp og uppiborið rós. Neiligu ummælini av tónleikarum og tónleikatiltøkum, sum vóru í meira lagi fyri einum 10 árum síðani, eru nú svunnin burtur í nærum ongi. Hetta skyldast bæði, at tónleikararnir eru vorðnir meira sjálvkritiskir, men eisini at fólk hava fingið ein meira positivan hugburð til tað, tónleikararnir gera. Tí tað er sanniliga ikki fyri at gerast ríkir, at føroysku tónleikararnir ótroyttiliga trína á pall ferð eftir ferð. Tvørturímóti er peningaliga samsýningin aloftast smálig, og tað kemur meira enn so fyri, at teir ikki fáa pening í heila tikið, og tá er fólksliga viðurkenningin alt.

Nú vit eru í fyrru helvt av juli, stundar til G!-festivalin, sum er ein søga fyri seg. Slóðbrótandi festivalurin byrjaði í 2002 og er “still going strong”, hóast ein djúpan aldudal fyri 10-11 árum síðani. Hann markerar miðpunktið av føroyska tónleikasumrinum, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at tann tónleikaliga tyngra helvtin er eftir, tí tónleikatiltøkini í seinnu helvt av sumrinum plaga at savna uppaftur fleiri áhoyrarar enn tey í fyrru.

Hetta er samstundis seinasta Norðlýsið áðrenn summarsteðgin, so Norðlýsið vil við hesum ynskja øllum lesarum, lýsarum og føroyingum annars eitt gott tónleikasummar. Góðan G!-festival, Vestanstevnu, Tórsfest, Ólavsøku, Ovastevnu og ikki minst góðan Summarfestival!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap