Upptakt: AB-KÍ
Í kvøld skal KÍ gera arbeiðið liðugt á Argjum og tryggja sær pláss í finaluni um løgmanssteypið.
KÍ vann 4-0 í fyrru hálvfinaluni móti AB, so alt eigur at verða avgjørt undir vanligum umstøðum. Tað fer helst eisini at síggjast í uppstillingini hjá KÍ, at summir leikarar fáa frí, men ein kann eisini rokna við, at ein stórur partur av liðnum verða leikarar, sum mann vanliga metir spæla í sterkastu uppstilling.
Sebastian John er nú tølur aftur eftir skaða og verjir møguliga málið. Robert Williams er skaddur, meðan Daniel Johansen er burturstaddur. Gilli R. Sørensen hevur ikki loyvið at spæla, tí hann hevur umboðað TB í steypakappingini. Hjá KÍ verður møguliga ein ’’debut’’ til lokalan leikara, tí 17 ára gamli Páll Müller er í hópinum. Hann er ein álopskendur leikari, sum hevur skorað nógv mál í ungdómsdeildunum og eisini hevur umboðað KÍ á U-landsliðum.
Dysturin á Argjum byrjar kl. 18.30. Dómari verður Alex Troleis.