Lýsing
Lýsing
Her er Haakon Lunov nú høvuðsvenjari
Fyrrverandi KÍ-venjarin er nú aftur blivin høvuðsvenjari.
Haakon Lunov var venjari í átta dystum í 2024, sum góvu fýra sigrar og fýra tap. Síðani tá hevur KÍ spælt 37 dystir í føroyskum fótbólti og tapt tveir, móti HB og Víkingi áðrenn summarsteðin í 2024.
Haakon Lunov hevði starv sum videogreinari eina tíð í fjør hjá einum liði í Abu Dhabi, har Ronny Deila var venjari.
Í ár fekk Haakon Lunov høvuðsvenjarastarv. Hann er nú venjari hjá felagnum Gamle Oslo. Gamle Oslo spælir í fjórðbestu deildini í Norra. Fyrr í ár fekk Gamle Oslo eitt framúr úrslit, tá liðið sendi Vålerenga út úr norsku steypakappingini. Umfarið aftaná tapti liðið 6-1 móti Sarpsborg.
Í landskappingini hevur Gamle Oslo 14 stig fyri sjey dystir og liggur á 5. plássi.
Seinastu tíðindini