Lýsing
Lýsing

Ovast frá vinstru: Jóannes Nikolas, Lilja Sofía, Glóa, Marius, Julian, Benjamin, Emily, Karolina, Dánial, Rógvi, Jóas og Kári. Fremst frá vinstru: Lilja, Vár, Karita, Annika, Oddrunn, Malena, Tára, Sólja, Xia og Joy
|
Mynd: Jóhann Lützen
1. a vitjaði Norðlýsið
Næmingar á Skúlatrøð vitjaðu á redaktiónini fyrrapartin
Onkur av næmingunum kenna væl stjóran á Norðlýsinum og tískil varð ein vitjan gjørd. Norðlýsið verður ofta nevnt í flokshølunum.
Børnini eru sera fitt, tey fingu ein slikkipinn frá Norðlýsinum. Síðani var ein felagsmynd tikin og aftaná fingu tey eitt sunkist í part.
Hesa tíðina er ymiskt øðrvísi á skránni enn undirvísing í flokshølunum. Í gjár vóru tey øll uppi á Klakki og í dag vitja tey Norðlýsið.
Øll børnini gleða seg at fáa summarferiu, sum byrjar nú fríggjadagin. Tey hava haft eitt gott fyrsta skúlaár, siga lærararnir.
Seinastu tíðindini