Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ófriðurin kring Donald Trump, er júst tað sum Putin hevur brúk fyri.

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.07.2018 - 11:38 Politikkur Tíðindi

Russiski forsetin, Vladimir. Putin, hevur ongantíð verið so sterkur og vælumtóktur sum júst nú hann skal hitta amerikanska forsetan í Helsinki. Toppfundurin er beint eftir at Heimsmeistarakappingin í fótbólti hevur verið í Russlandi, og fingið Nationalismuna at flóta yvir í Russlandi. Umleið 70% av russum fylgdu HM dystunum hjá Russiska fótbóltslandsliðnum, sum kláraði seg betur enn nakar roknaði við.

 
Á toppfundinum mánadagin, er so gylta høvið hjá Putin at spæla leiklutin, sum alfaðirligi stóri statsleiðarin, ein leiklutur hann hevur brúkt 18 ár at byggja upp.
 
Meðan tann altíð vælfyrireikaði russiski forsetin hugnar sær saman við tí spontana og sjálvvísa amerikanska forsetanum í Helsingki, meðan heimspressan ber myndir av teimum báðum hálsfevnandi kring allan heim, er støðan hjá Putin í veruleikanum ikki so ljósareyð.
 
Fyri kortum legði serligi kanningarstjórin, sum amerikanska kongressin setti at kannað russisku uppíblandingina í amerikanska forsetavalið, fram álvarsamar og sera væl dokumentaraðar ákærur, har 12 russisk fregnartænastu starvsfólk verða stevnd fyri rættin í Washington fyri beinleiðis, at hava blandað seg uppí forsetavalstríðið.

LES um stevningina her


Samstundis er Trump júst afturkomin frá einum NATO fundi har hann megnaði at skapa ruðuleika í viðurskiftinum millum leiðararnar í NATO.
 
Hetta skrivar Nathan Hodge, politiskur eygleiðari hjá CNN fyri løtu síðan og áhugaverda greinin kann lesast her
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing