Lýsing
Lýsing
Lýsing
Elisabeth Haraldsen

Støðan hjá pápa mínum harmar Eyðgunn, men hon meldar pass

SKRIVAÐ: Elisabeth Haraldsen, námsfrøðingur  |  21.07.2018 - 20:34 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Fyri fáum døgum síðani gjørdi eg, vegna pápa mín og okkum avvarandi, vart við syndarligu støðuna hjá pápa mínum. Eind 4 í Almannaverkinum er í “industriferiu” í viku 29 -30 - 31, og tí fær pápi mín ikki tann stuðul hann hevur tørv á og rætt til. Summarferian hjá stuðlunum er nú byrjað, og hin 28. juni 2018 fingu vit boð frá kontaktpersóninum, at lítli stuðulin hann vanliga fær, verður munandi skerdur hesa komandi tíðina.

Í útvarpinum segði Hermann Mortensen, depilsstjóri á Almannaverkinum, at tey vilja “bøta um støðuna”. Vit høvdu vón um, at pápi mín nú skuldi fáa eitt tilboð, ið er virðiligt og nøktandi - og tá hugsa vit ikki einans um í feriutíðini hjá stuðlunum. At tvinga hann at hoyra undir Eind 4, ið er fyri “Ung og vaksin við sálarsjúku og autismu í Suðurstreymoy og Vágum”, bara tí hann býr í Vágum, er burtur úr vón og viti. Hann átti heldur at verið í Eind 8, ið er fyri “Vaksin við sálarsjúku og seinheilaskaða”, ið harvið eisini hava ekspertisuna, ið leiðslan á Eind 4 sjálv sigur seg mangla. Við tí infrastrukturi vit hava í dag, er væl gjørligt hjá stuðli, at fáa hann til Havnar hvønn dag.

Men nei, so var ikki. Tilboðið, ið vit fingu 11.07.18 frá Andreu Petursdóttir, leiðara á Eind 4, var soljóðandandi:

 

Pápi mín vildi ikki til Sands; hann sigur nei. Hann vil hava stuðul heima í nærumhvørvinum. Tað kann tykjast sum, at leiðslan á Eind 4, Birita Clementsen og Andrea Petursdóttir halda, at tilber at flyta borgarar, eins og talan er um stykkjagóðs. Samstundis sum tey gera hetta, velja tey at ekskludera pápa mínum úr nærumhvørvinum og øllum tí hann kennir. Pápi mín hevur heilaskaða, og orsaka av tí skaðanum hevur hann mest sum einki stuttminni. Hetta merkir, at hann hevur stóra tørv á einum tryggum, góðum og væl skipaðum gerandisdegi!!! At verða í sínum kenda umhvørvi, er júst tað, ið ger hann tryggan, eins og góðar skipanir í gerandisdegnum.

Aftur hetta ”tilboðið” vísir eitt øvut menniskjasýn, tá væntanin er, at Almannaverkið, ið varar av samfelagsins veiku borgarum, kann hava ”industriferiu” í tríggjar vikur. Tað er jú, sum áður nevnt, ikki nógv vatn runnið í ánni síðan Edvard Heen vísti á, at streykan hjá námsfrøðingum var ”lívs hættislig”, tá starvsfólk ikki vóru tøk. Hóast hetta, vísir sami stovnur nú aftur í verki, at tey ikki seta borgaran í fyrstu rekkju.

Í útvarpinum, hin 09.07.18 kl. 18.00 vísir Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, á ST sáttmálan, og sigur at: ”borgarar hava rætt til skipanir alt árið, fyri at tryggja at lívið verður so sjálvstøðugt sum gjørligt, og ikki verður latin ov einsamallur; trýggjar vikur, er hóast alt lang tíð” og víðari sigur hon at: ”vit sum samfelag, ikki eiga at góðtaka at hesi menniskjuni ikki verða vird sum heil menniskju”.

Pápi mín býr einsamallur í egnum húsum. Hann hevur epilepsi. Hann var 57 ára gamal, hevði arbeiði og var fult arbeiðsførur, tá hann vegna feilviðgerð á sjúkrahúsi fekk heilaskaða vegna iltmangul. Skaðin førdi við sær, at hann nærum einki stutttíðarminni hevur, og at hann er kognitivt ávirkaður; hetta merkir, at hann er ikki førur fyri at klára seg sjálvan í dagligdegnum, men megnar hetta við stuðli. Hann er fysiskt væl fyri, dámar væl takast við ymiskt, er sera handaligur, dámar væl at ganga túrar, og er prátingarsamur.

Í løtuni eru 16 stuðulstímar fastlagdir um vikuna (uttanfyri feriutíð hjá eind 4 væl at merkja), hóast Vejleford Rehabilitering mælir staðiliga til at hann fær 40 tímar um vikuna.Vit hava í fleiri umførum gjørt vart við hetta hjá landstýriskvinnuni, Eyðgunn Samuelsen, ið varðar av hesum tilboði og leiðslu. Í einum teldubrævi, ið eg móttók 16. juli 2018, sigur Eyðgun Samuelsen seg ikki kunna “viðgerða stakmál”, og boðar frá, at hon tí hevur sent hetta víðari til Almannaverkið. Eyðgunn valdi, eftir míum tykki, at sleppa sær undan, og at melda pass. Tað er hennara fulli rættur at fara inn í tey stak mál, ið hon hevur hug til, eins og tað er hennara uppgáva at hyggja nærri at viðurskiftum, ið borgarar vísa á, ikki fungera. Somuleiðis meti eg, at avgerðin hjá landstýriskvinnuni í Almannamálum, at senda bóltin aftur til Almannaverkið, soleiðis at tey framvegis og áhaldandi sleppa at hóvreiggja sær, júst sum passar teimum, er ein ógvuliga vánalig avgerð.

Vegna tey avvarðandi,
Elisabeth Haraldsen, námsfrøðingur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…