Lýsing
Lýsing

Pápi fangi í Eind 4 og heima hjá sær sjálvum - FAKTA Í STUTTUM UM STØÐUNA HJÁ PÁPA MÍNUM

SKRIVAÐ: Elisabeth Haraldsen, námsfrøðingur, Sandavágur  |  10.07.2018 - 18:25 Lesarabrøv Tíðindi

Pápi mín býr einsamallur í egnum húsum. Vegna egna heilsustøðu var mamma noydd at flyta út úr teirra felags heimi, orsaka av út av lagið vána- ligum stuðulsmøguleikum og átøkum frá Almannaverkinum. Pápi mín hevur epilepsi. Hann fekk eitt herindi 14. mai í 2010, og varð innlagdur í fáar dagar. Síðan bleiv hann útskrivaður og sjúkraskrivaður í 14 dagar, við væntanum um, at hetta nokk skuldi laga seg. Hann var tá 57 ára gamal, hevði arbeiði og var fult arbeiðsførur. Komin heim, vísti tað seg skjótt, at eingin framgongd var at hóma. Hann fekk feilviðgerð á Landssjúkrahúsinum, ið førdi við sær heila- skaða vegna iltmangul.

Skaðin førdi við sær, at hann nærum einki stutttíðarminni hevur, og er kognitivt ávirkaður; hetta merkir, at hann er ikki førur fyri at klára seg sjálvan í dagligdegnum, men megnar hetta við stuðli. Hann er fysiskt væl fyri, dámar væl takast við ymiskt, og er sera handaligur. Honum dámar væl at ganga túrar, og hann er prátingarsamur.

Í løtuni eru 16 stuðulstímar fastlagdir um vikuna, hóast Vejleford Rehabilitering mælir staðiliga til at hann fær 40 tímar um vikuna.
Støðan beint nú er, at summarferiutíð er í hondum, og vit, avvarðandi, tann 28. juni 2018 fingu boð frá kontaktpersóninum, at lítli stuðulin pápi mín fær, verður munandi skerdur. Vit gjørdu stundisliga vart við, at hetta er ótrygt og ikki nøktandi, við soljóðandi skrivi:

 

 

Hetta var svarið vit fingu frá leiðaranum:

 

 

Hetta stutta skriv vísir eitt øvut menniskjasýn, tá væntanin er, at Almannaverkið, ið varar av samfelagsins veiku borgarum, kann hava ”industriferiu” í tríggjar vikur. Tað er ikki nógv vatn runnið í ánni síðan Edvard Heen vísti á, at streykan hjá námsfrøðingum var ”lívs hættislig”, tá starvsfólk ikki vóru tøk. Hóast hetta, vísir sami stovnur í nú verki, at tey ikki seta borgaran í fyrstu rekkju, men summarferiuna hjá starvsfólkum. Forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu, sigur somu- leiðis í útvarpstíðindunum, at hetta er beinleiðis brot á ST sáttmálan (https://kvf.fo/utvarpstidindi? sid=83159).

Tískil gjørdu avvarðandi av, eftir at hava móttikið hetta stutta, óempatiska og lítið virðiliga skrivið frá leiðaranum, at venda okkum til KVF, har eg fekk greitt frá okkara ónøgd. Hoyr samrøðuna her: https://kvf.fo/utvarpstidindi?sid=83090.

Vit bíða spent nú depilsstjórin, Hermann Mortensen, sigur, at tey vilja bøta um støðuna. Eg vóni at pápi mín nú fær eitt tilboð, ið er virðiligt og nøktandi. At tvinga hann at hoyra undir Eind 4, ið er fyri “Ung og vaksin við sálarsjúku og autismu í Suðurstreymoy og Vágum”, bara tí hann býr í Vágum, er burtur úr vón og viti. Hann átti heldur at verið í Eind 8, ið er fyri “Vaksin við sálarsjúku og seinheilaskaða”, ið harvið eisini hava ekspertisuna. Við tí infrastrukturi vit hava í dag, er væl gjørligt hjá stuðli, at fáa hann til Havnar hvønn dag.

 

EITT SINDUR UM GONGDINA

Í 2012, tá eldraøkið var undir Nærverkinum, fór hann at ganga til Fimleik á Sýnini, ið er Ellisheimið í Miðvági. Ein ergoterapeutur byrjaði tá at koma inn í heimið at venja við pápa mínum. Hon pressaði uppá skipanina saman við avvarðandi 25. mai 2012, at hann skuldi fáa endurvenjing. Pápi mín fekk játta rehabilitering frá Landssjúkrahúsinum, og var 13. januar í 2013 innskrivaður til rehabilitering í eitt hálvt ár á Vejlefjord Rehabilitering í Danmark.

Á Vejlefjord Rehabilitering innlærdi hann nógvar førleikar av nýggjum. Har arbeiða fakfólk úr nógvum ymiskum fakbólkum, og tey høvdu førleikarnar at síggja, at hann kundi endurmennast við áhaldandi endurtøkum. Tey mæltu okkum staðiliga til, at halda førleikarnar við líka. Hann var undir skipaðum viðurskiftum, og lærdi ymiskar hættir klára seg, eitt nú við hjálp av eini telefon við einum serligum programmi, ið millum annað skal fungera sum hansara minni. Hendan telefon eigur sostatt at boða honum frá, hvat hann skal, hvør kemur og hvar tey fara. Hann lærdi, saman við stuðli og áhaldandi endurtøkum, at finna runt í nærumhvørvinum, og hvørjir normarnir vóru á staðnum (t.d. viðvíkjandi at mati). Matarstøðurnar vóru skipaðar við sjálvtøkuborði, har bert heilsu- góður matur var, einki vanligt sukur og eingi søtistoffir.

Samband var millum Vejleford Rehabilitering og Almannaverkið, har dentur var lagdur á, at Almannaverkið mátti vera til reiðar at taka ímóti honum, beinanvegin tá hann kom heim, hetta fyri at viðlíkahalda funktións-niveau. Almannaverkið megnaði tó ikki at taka í móti honum fyrr enn 10 dagar eftir heimkomu.

Eftir hann kom heim frá Vejlefjord Rehabilitering, fekk pápi mín, hin 22.juli 2013, játtað 40 tímar í stuðul um vikuna frá Almannaverkinum - “Avgerð: Útfrá eini heildarmeting av støðuni, hevur Almannaverkið mett at tygum lúka treytirnar fyri at fáa stuðul, men orsaka av fíggjarstøðuni í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum er ikki møguligt at seta alt stuðulstiltakið í verk og vera tí í fyrstu atløgu settir 20 tímar í verk og 20 tímar verða settir á bíðilista” (Brot úr játtanini).

Ein summarferiuavloysari var fyrsti stuðulin hann fekk; hetta var ein læknalesandi. Stuðilin stuðlaði undir langar gongutúrar, venjing í maskinum, har pápi megnaði at fáa meira vekt á, enn tey høvdu á Vejlefjord Rehabilitering. Teir telvaðu, og spældu ymisk spøl fyri at stimbra heilan. Pápi bleiv stuðlaður at gera mat, og hugnaði sær í matarstøðum. Stuðilin var nærverandi og aktivur.

Í stutta tíðarskeiðnum fram til september 2013 vóru fleiri ymiskir stuðlar hjá pápa mínum.

Frá september 2013 fram til apríl 2015 var stuðulstilboðið væl skipað. Hann arbeiddi, saman við einum stuðli, hvønn fríggjadag í einum barnagarði, har hann hevði ymiskar viðlíkahaldsuppgávur; hann er útlærdur handverkari. Hetta tilboð var skipað í samstarv við Vága Kommunu.
Hann hevði 20 tímar rehabilitering í heiminum, har hann varð stuðlaður í húsligum uppgávum, at halda havan og uttanumøkið, og at halda húsini innan og uttan. Hann gekk túrar, vandi í maskinum og gekk til fimleik. Hann var ein aktivur partur av samfelagnum.

Hann fekk 20 tímar í Verkhúsinum í Sørvági, nú tað ikki var gjørligt at fáa fleiri stuðulstímar til hansara. Har gjørdi hann ymiskt handaligt arbeiði; hann gjørdi ymiskt í betong, smykkir, skeltir til Country og Blues Festivalin, og ymiskt til jólasølur og annað. Har var stuðul knýttur at honum allatíðina.

Hann var ein partur av familjuni; hann var fysiskt og sálarliga væl fyri. Hann føldi seg náttúrliga móðan eftir ein gerandisdag. Hetta var eisini nakað, ið fakfólkið á Vejlefjord Rehabilitering legdi dent á; at hann skuldi vera virkin og aktivur partur í samfelagnum.

Alt gekk væl við eini nærverandi fjarðleiðslu, sum skipaði arbeiðið og setti út í kortið. Har vóru góð starvsfólk, ið sóðu týdningin av sosialnámsfrøðiligum arbeiði. Hálvan apríl skiftir leiðslan, og verður síðan til at fráverðandi fjarleiðslu, ið er óskipað.
Tilboðið broyttist brádliga, og í mai 2015 ringdi eg og boðaði frá at tilboðið ikki longur stóð mát við tað, ið frammanundan var. Hin 09. juni 2015 sendi eg síðan teldupost, har eg gjørdi vart við, at støðan var ikki batnað:

 

 

07. juli 2015 fái eg teldupost frá Biritu Clementsen, eindarleiðara á Eind 4, har hon bjóðar til fund. Eftir hetta fer alt av sporinum, og pápi mín missir skjótt allan stuðul í meira enn tvey ár. Pápi mín skuldi frá august 2015 vera í Verkhúsinum frá 9 til 15 gerandisdagar, og rehabiliteringin í heiminum var strikað. Hann skuldi sjálvur finna vegin, til gongu og við bussi, fram og aftur, ella máttu avvarðandi koyra hann. Hetta bar ikki til hjá okkum avvarðandi, tá vit arbeiða hesa tíðina. Pápi mín vildi ikki vera í Verkhúsinum longur. Hann treivst ikki. Hetta gekk útyvir familjuna, hann trekti seg í stóran mun frá okkum og var generelt í ringum lag. Samstarvið og samskiftið eftir bygnaðarbroy- tingarnar hjá Almannaverkinum í Eind 4 hevur verði út av lagið vánaligt. Pápi mín missir sostatt allan stuðul í august 2015. Síðan bleiv støðan heima út av lagið vánalig. Pressið av at arbeiða nærum fullatíð, umframt at hava 24 tíma vaktir heima í longri tíð, gjørdi at mamma varð strongd, gjørdist fysiskt sjúk og bleiv innløgd tvær ferð innan stutta tíð. Hon var ikki longur førð fyri at hjálpa nøkrum øðrum, og mátti tí flyta út úr teirra felags heimi 01. november 2017, í eini roynd at bjarga sær sjálvum.

Fyrsta kæra varð send 02.09.15 til Edvard Heen, stjóra á Almannaverkinum, og ískoyti 15. september 2015. Váttan uppá at kæran varð mótttikin kom 24. september 2015, og upplýst var, at stjórin var bruturstaddur hesa vikuna, og at einki gjørt við hetta áðrenn hann kom aftur. Vit ryktu eftir svarið eftir eitt ár var farið, og tey boðaðu frá, at tey høvdu gloymt at svara.

Vit duga ikki at síggja at vit liva við eini skipan har Almannaverkið millum annað bjóðar at:


“Borgarar ið tørva hjálp, fyri at klára seg, kunnu søkja um ein persónligan stuðul. Endamálið við persónliga stuðlinum er at:

 



Vit hava, síðan á sumri 2015 sent fleiri kærur, harímillum eisini til Føroya Kærustovn.
Eindarleigarin Birita Clementsen, saman við Andreu Petursdóttir, leiðara, siga á fundi 23. oktober 2015, at tey ikki hava ekspertisuna at fáast við fólk við seinheilaskaða í eind 4 í Vágum. Hóast hetta, hava tær ikki tikið stig til, og valt, við støði í pápa mínum, at flutt hann í aðra eind, ið hevur hesa ekspertisu, nevniliga Eind 8, soleiðis at pápi
mín kann fáa eitt virðilig lív, og vit avvarðandi kunnu
føla, at hetta er ein rættvís, trygg og góð skipan.

Vit hava í fleiri umførum gjørt vart við hetta hjá landstýriskvinnuni, Eyðgunn Samuelsen, ið varðar av hesum tilboði og leiðslu. Hon hevur endaligu ábyrgd av hesum, og vit vænta, at hon nú tekur hetta alvorligt, tí nú er nokk!

 

Um ikki hon hevur ekspertisu til hetta, vænta vit at onkur annar tekur sær av hesum, og fær skil á.

Vegna tey avvarðandi, Elisabeth Haraldsen, námsfrøðingur, Sandavágur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…