Lýsing
Lýsing
Lýsing
Torbjørn Jacobsen við spentum nevum á tingsins røðarapalli

Norðlýsið tippar - Tobbi & Eirikur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.08.2018 - 19:07 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Tað gongur sum rótasúpan, at orsøkin til, at partafeløgini P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin verða flutt til Runavíkar skal vera tann, at borgarstjórin í Runavíkar Kommunu seinastu árini, Tórbjørn Jacobsen, ætlar sær at stilla upp til fólkatingsvalið, løgtingsvalið, ella bæði valini.

Í einum stuttum eykasetningi nevndi løgmaður í ólavsøkurøðuni, at undirsjóvartunnilspartafeløgini skulu flytast úr Tórshavn og til Runavíkar. Hetta kom dátt við hjá fleiri, og Ingolf S. Olsen og Heðin Mortensen hava báðir verið frammi í fjølmiðlunum og sagt, at teir ikki skilja avgerðina. Eftir øllum at døma er avgerðin tikin knappliga, tí hon er ikki vend í samgonguni fyrst.

Ætlanin er ikki gjøgnumskygd, og at síggja til verða partafeløgini eins malplaserað í Runavík, sum tey alla tíðina hava verið í Havn. Tað hevur tí elvt til nógvar gitingar. Ein er, at ætlanin er at leggja øll tunnilsfeløgini saman í eitt, soleiðis at Norðoya- og Vágatunlarnir, sum báðir geva yvirskot, skulu verða við til at rinda fyri nýggju undirsjóvartunlarnar.

Ein onnur giting er, at flytingin var prísurin fyri at fáa Tórbjørn Jacobsen at stilla upp fyri ein av samgonguflokkunum til komandi løgtingsval. Tað er onki at taka seg aftur í, at hvørki Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin eru populérastu flokkarnir í Eysturoynni, har nógv fiskivinnurelaterað virksemi er. Hvørgin flokkurin fekk heldur nakað umboð valt í oynni. Tjóðveldi fekk onki umboð norðanfyri Havnina (tvey varafólk eru tó inni nú), og Javnaðarflokkurin fekk bert eittans umboð norðanfyri Havnina, Eyðgunn Samuelsen, valt (tvey varafólk norðanífrá eru tó somuleiðis inni nú).

Hetta er ikki einans vegna fiskivinnupolitikkin, men eisini av tí, at ongir stórir profilar stillaðu upp fyri núverandi samgonguna í Eysturoynni. Tórbjørn Jacobsen stillaði ikki upp til seinasta val, og javnaðarmaðurin Andreas Petersen úr Gøtu er farin frá fyri aldur.

Tað er ikki tí, at tað skortar uppá møgulig valevni fyri Tjóðveldi. Flestu borgarstjórar í Eysturoynni eru tjóðveldismenn. Borgarstjórin á Eiði, tann í Fuglafirði, tann í Eysturkommunu og so borgarstjórin í Runavík eru tjóðveldismenn, men av hesum er tað bert í Eysturkommunu, at borgarstjórin er valdur inn fyri Tjóðveldi. Í hinum trimum kommununum eru ikki partapolitiskir listar.

Tórbjørn Jacobsen er 62 ár og hevur sitið á Løgtingi fleiri reisur áður. Fyrst sum varamaður fyri Signar á Brúnni 1998-2000, so sum beinleiðis valdur á valunum í 2002, 2004, og 2008. hann hevur verið landsstýrismaður í mentamálum og í fiskivinnumálum, eins og hann hevur umboðað Tjóðveldisflokkin á Fólkatingi sum varamaður 2001-2004.

Livst, so spyrst. Um Tórbjørn Jacobsen stillar upp, er hugsandi, at hann kann vinna nakrar atkvøður innaftur, sum Tjóðveldi (tí tað verður helst fyri Tjóðveldi, at hann stillar upp) annars hevur mist í Eysturoynni.

 

Hvussu við Norðoyggjum?

Tá hann, fyri bert nøkrum døgum síðani, traðkaði uppá steinin til fólkafundin á Doktaragrund á Ólavsøku og helt frælsisrøðuna “Frælsi! Frælsi! Frælsi!”, fóru søgur at ganga um, at Eirikur í Jákupsstovu av Eiði, ið er giftur til Klaksvíkar, hevur í kvittanum at traðka inn á politiska pallin. Røðan hevði ein greiðan politiskan boðskap um, at hóast tjóðveldisfólk hava frælsi í hjartanum, so sæst tað í løtuni ikki so væl aftur í ítøkiliga politikkinum.

 

Eirikur í Jákupsstovu

 

Eru hesar søgur sannar, hevur ungi eiðismaðurin tikið eina stóra avbjóðing á seg, tí til seinasta kommunuval misti Tjóðveldi 2 av 3 býráðslimum í Klaksvíkar Kommunu. Hinvegin eru Føroyar nú eitt valdømi, so har er ongin forðing fyri fólki aðrastaðni í landinum at greiða atkvøðu fyri honum, sum tað hevði verið til eitt kommunuval.

Eiði er gomul tjóðveldisbygd, og í 20. øld var tað serliga Petur Reinert (1923-1991), sum umboðaði bæði Eiði og Tjóðveldisflokkin. Petur Reinert var landsstýrismaður 1975-1979, løgtingsmaður 1980-1984 og varamaður á tingi 1989-1990. Hann var leingi limur í floksleiðsluni í Tjóðveldisflokkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB