Lýsing
Lýsing
Lýsing

The Shanklys, The Maldinis, The Laudrups, The Charltons og The Klaksteins

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.01.2014 - 22:19 Eldri tíðindi

UEFA heimasíðan hátíðarheldur bestu fótbólts familjurnar í Europa. Og ímillum mætastu familjurnar er ein kend úr Føroyum útvald.

Tað er heimasíðan uefa.com, sum í dag hevur longri grein, har heimasíðan hevur útvalt mætastu familjurnar í fótbólti í Europa. The Mkhitaryans hjá Armenia, The Laudrups hjá Danmark, The Charltons hjá Onglandi, The Litmanens hjá Finlandi, The Boatengs hjá Týsklandi, The Gudjohnsens hjá Íslandi, The Maldinis hjá Italia og The Shanklys hjá Skotlandi eru millum tær útnevndu familjurnar, ið sambært uefa.com hava skarað framúr.


The Klaksteins

Men Føroyar hava eisini fingið sína familju á listan. Og tað er familjan Klakstein hjá KÍ. Um Klakstein familjuna stendur soleiðis(umsett):

Odmar Færø, sonurin Odmar Færø og abbasonurin Odmar Færø hava allir umboðað Føroyar á landsliðinum, men ‘’The Klaksteins’’ kann vera ein enn meira eyðsýnd fótbólts familja. Liðfelagarnir Bára S. Klakstein og dótturin Eyðvør vóru tær fyrstu foreldur-eftirkomari sum spældu saman í landsdysti, tá Føroyar vann 6-0 móti Luxembourg í november í 2012. – Hetta er heilt fantastiskt, segði tann tá 18 ára gamla Eyðvør. – Eg hevði ongantíð væntað, at hetta vildi blíva møguligt, segði stolta mamman. Maðurin Eyðun og sonurin Heðin hava eisini spælt á besta liðinum hjá KÍ.

Alt um tær 39 serstøku fótbólts familjurnar í Europa kann lesast á UEFA heimasíðuni HER.


Mynd: Eydbii

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu