Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingi lógarkravd mørk ásett av umhvørisskaðiligum evnum í samband við avlúsing

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  02.11.2015 - 16:08 Eldri tíðindi

Landsapotekarin ger greitt at tað eru ikki lógarkravd mørk sett fyri, hvussu nógv av ymsu avlúsingarevnunum, fiskadjóralæknarnir sleppa at ávísa til alivinnuna. Millum evnini sum nýtt verða til avlúsing í aluvinnuni er Hydrogenperoxyd og í tíðarskeiðinum 2011- 2014 eru tilsamans 13.802.814 kg brúkt í bardaga móti lúsini. Sambært umhvørvisstovuni er hetta evni etjandi og kann etja húðina hjá fólki og geva álvarsligar eygnaskaðar. Harafturat er m.a. Diflubenzuron sum tálmar skelskifti á lúsini. Evnið verður bólkað sum umhvørvisskaðiligt, tí evnið tálmar eisini skelskifti hjá øðrum djórum, sum liva í umhvørvinum tætt við alibrúk, eitt nú hummara, rækjum o.l.. Eingi lógarkravd mørk eru fyri hvussu nógv av hesum evnum djóralæknin kann tilskriva alarum.

Norðlýsið bað um alment innlit frá Umhvørvisstovuni, Landslæknanum og Landsapotekaranum í yvirlit sum vísa hvørji evni og hvussu stórar mongdir alivinnan sleppir at brúka til avlúsing av fiski sum gongur í alibrúkum á sjónum kring um í landinum. Hvat er tað fyri evni og hvussu ávirka tey náttúru, fisk og fólk sum koma beinleiðis í kontakt við hesi evni.

Umhvørvisstovan

Svarar at hon ikki hevur nøktandi yvirlit um evnini og nøgdirnar sum verða brúkt í løtuni:

- Tá alivinnan ynskir at brúka eitt evni til avlúsing, skal evnið góðkennast av Skrásetingarráðnum áðrenn evnið kann brúkast. Skrásetingarráðið er mannað av landslæknanum, landsapotekarnum og landsdjóralæknanum. Umhvørvisstovan er ikki umboðað, og er heldur ikki myndugleiki í sambandi við at góðkenna ella brúka hesi evni.

Sambært teimum upplýsingum, sum Umhvørvisstovan hevur, verða hesi avlúsingarevni nýtt:

Alphamax

Betamax

Diflubenzuron

Emamektinbenzoat

Salmosan

Hydrogenperoxid

Skrásetingar yvir nøgdir, sum Umhvørvisstovan móttekur, hava ikki verið heilt nøktandi og verða tær í løtuni dagførdar.

Landslæknin

Sum svar uppá fyrispuring tygara mæla vit til, at tygum venda tygum til Landsapotekaran við tygara fyrispurningi. Landslæknin hevur ikki hesar upplýsingar, skrivar landslæknin í svarið til Norðlýsið.

Landsapotekarin

Svarar at tað eru ikki lógarkravd mørk sett fyri, hvussu nógv av ymsu avlúsingarevnunum, fiskadjóralæknarnir sleppa at ávísa til alivinnuna. Tað verður heldur ikki viðgjørt, uttan lúsatalið pr laks fer upp um tey mørk, ið eru ásett í kunngerð.

Í 2014 hevur føroyska alivinnan brúkt 5.131.023 kg av niðanfyristandandi evnum sum eru brúkt í bardaga móti lúsapláguni har sum verður latið beinleiðis út í náttúruna, meðan onnur verða latin gjøgnum fóður.

Ójavnt er hvussu evninin síggjast aftur í nátúruni, men hummararfiskarar norðanfyri siga at evnini hava havt beinleiðis ávirkan á hummarastovnin og umhvørvið.

SÍ VIÐHEFTA FÍL

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kirkju­ráð­sval í morgin
KÍ prát í Bláustovu
Tøk grund­stykkir
Páll Klettskarð vitjaði ommu sína
Útróðurin í dag
Borgin 900 pund við snellu
Nú verður lættari hjá føroyskum bryggjar…
Kunning um Suðuroyar­tunnilin
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Dalsenni 12.000 pund
Veðrið í vikuni
Gimmi væl fagnaður á Glyvrum
Ungdómar syngja og vitna í Betesda í kvø…
Stóri leiklutu­rin hjá Dávidi B. Andrease…
Sjey nýggir slangukavarar
FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni
Bókaframløga á Biskupsstøðgarði­num í dag…
KÍ veitslan verður dupult so góð
Willy trummar í Tróndheimi
Minningarhald teirra sjólátnu