Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kommunala eftirlitið: Vit taka ikki støðu til skynsemið hjá kommununum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  23.02.2016 - 10:53 Eldri tíðindi

Tórshavnar Kommuna hevði stórar ætlanir við Sjóvinnuhúsinum og gjørdi íløgur fyri 100 mió. krónur. Men áðrenn bygningurin er liðugur hevur kommunan broytt hugsan og lýsir nú bygningin til sølu ella leigu….. Hvørt hetta er skynsamt ella ikki, mugu onnur taka støðu til, men ein kommuna kann broyta støðu og tá upprunaliga ætlanin var innan lógarinnar karmar hava vit einki at viðmerkja, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri í kommunumálum, í Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Tórshavnar Kommuna hevði stórar ætlanir við Sjóvinnuhúsinum og gjørdi íløgur fyri 100 mió. krónur. Men áðrenn bygningurin er liðugur hevur kommunan broytt hugsan og lýsir nú bygningin til sølu ella leigu….. Hvørt hetta er skynsamt ella ikki, mugu onnur taka støðu til, men ein kommuna kann broyta støðu og tá upprunaliga ætlanin var innan lógarinnar karmar hava vit einki at viðmerkja, sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri í kommunumálum í Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Upprunaliga ætlanin hjá Tórshavnar Kommunu var at byggja ein bygning til virksemið hjá kommununi, at hýsa Tórshavnar Havn og umsitingini hjá kommununi. Tað hevur Tórshavnar Kommuna greitt frá í skrivið til Almannaráðið, sum tá umsat kommunumál. Hetta var og er fult í tráð við kommunulógina.
Ein kommuna er ikki bundin og kann broyta meining og nú býráðið hevur gjørt av at bygningurin skal seljast ella leigast út tá hann er liðugur, tí kommunan kortini ikki ætlar sær at brúka bygningin, er tað ikki í andsøgn við kommunustýrislógina.
Um tað kann prógvast at kommunan hevur bygt bygningin við tí endamálið at leiga hann út ella at seta hann til sølu, so hevði verið talan um lógarbrot - men hetta eru eingi prógv fyri.
Tað er tó áhugavert at bygningurin ikki enn er liðugt umvældur og kommunan longu nú boðar frá at tá bygningurin stendur liðugur, skal hann seljast ella leigast út.
Men kommunan heldur seg innan fyri lógarinnar karmar.
Um hetta er skynsamt ella ikki, er ikki ein spurningur, sum kommunala eftirlitið hevur eftirlit við, sigur Hilmar Høgenni í stuttari viðmerking.


Bjørn á Heygum: Tórshavnar Kommuna farin út um mark

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk