Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað verða Trump og Clinton

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  02.03.2016 - 08:52 Eldri tíðindi

Tað er nú rættiliga vist, at tað verða Donald Trump og Hillary Clinton, ið fara at kappast um at gerast amerikanskur forseti á valinum í november.

Úrslitið av sokallaða Super Tuesday í nátt, okkara tíð, gjørdist, at Donald Trump vann í 7 av 11 statum og Hillary Clinton vann somuleiðis 7 av 11 statum.

Hjá Republikanarunum vann Ted Cruz í tveimum statum og Rubio vann ein. Hjá Demokratunum vann Bernie Sanders í fýra statum, harímillum í sínum egna heimstati. (Úrslitið í einum stati hjá Republikanarunum er ikki klárt enn).

Men bæði hjá Trump og Clinton er tó tað galdandi, at tað er ikki nóg mikið at telja statir, prosent og atkvøður. Roknistykkið er sera innviklað, og tí er tað ikki líkamikið hvørjir statirnir eru og hvussu hini valevnini stóðu seg.

Allir tapararnir siga seg halda fram í valstríðnum, og tað kann gerast ein fyrimunur fyri serliga Donald Trump. Við tveimum kappingarneytum í Republikanska flokkinum, verður hvørgin ein hóttan fyri hann. Í Demokratiska flokkinum eru bara tvey valevni eftir sum kappast, og hóast Sanders ikki vil gevast, so hevur hann ongan veruligan møguleika at vinna. Hillary Clinton nevndi hann als ikki í síni sigursrøðu í nátt.

Fyri Republikanska flokkin er tað ein trupulleiki, at Trump er komin so langt. Hann hóskar als ikki inn í myndina av einum republikanara, og á undanfarnum forsetavalum hevur hann stuðlað valevnum úr Demokratiska flokkinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing