Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Republikanarar hava andstygd fyri Trump

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  10.03.2016 - 09:01 Eldri tíðindi

Ongantíð áður hava so nógv verið misnøgd við ein, sum stendur til at vinna.

Alt bendir á, at Donald Trump fer at megna tað, sum eingin hevði roknað við. Hann verður eftir øllum at døma valevni fyri Republikanska flokkin til forsetavalið í USA í heyst.

Men eitt er at fáa størri undirtøku enn hini valevnini, ein annar spurningur er, um veljararnir hjá taparunum kunnu liva við vinnaranum. Og júst her sær ikki gott út hjá Donalt Trump.

Í onkrum einstøkum stati hevur hann fingið meira enn 50 prosent av atkvøðunum, men samlað fyri allar statirnar har undanval hava verið, hevur hann bara fingið 35 prosent av atkvøðunum. Men orsaka av útrokningarháttinum gevur hetta 44 prosent av nevndarmonnunum, sum skulu velja forsetavalevnið. Hini 56 prosentini eru býtt millum fleiri valevni, og tí liggja tey øll langt aftanfyri.

Men hvat siga hesi 56 prosentini av veljarunum til, at tað verður Donald Trump sum verður valevni?

Kanningar vísa, at bara 49 prosent av republikansku veljarunum verða nøgdir við at Trump verður teirra valevni í november. Til samanberingar kann nevnast, at tá Mitt Romney við stríð og strev kláraði at gerast valevni hjá flokkinum fyri fýra árum síðani, søgdu 63 prosent av republikansku veljarunum, at tey hóast alt vóru nøgd við hann.

Hjá demokratunum siga 63 prosent seg vera nøgd við Bernie Sanders og 77 prosent við Hillary Clinton. Í 2008, tá tónin í valstríðnum var munandi harðari enn nú, vístu exit polls í 35 statum, at 7 av 10 veljarum hjá demokratiska flokkinum søgdu seg vera nøgdar, hóast tann sum tey ikki stuðlaðu vann.

Um hugt verður eftir fimm teimum seinastu valevnunum hjá republikanska flokkinum, so hava millum 63 og 79 prosent av floksins veljarum sagt seg verið nøgdar við valevnið.

Men her setur Donald Trump met. Hann liggur heilt niðri á 49 prosentum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing