Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Donald Trump vil ikki vera forseti

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  18.04.2016 - 08:58 Eldri tíðindi

“Donald Trump vil als ikki vera forseti.” Tað sigur Stephanie Cegielski, ein fyrrverandi samskiftisleiðari, ið hevur arbeitt við at samla pengar inn til valstríðið hjá Trump.

“Einasta orsøkin til at hann heldur á við at stríðast fyri at gerast forsetavalevni, er hansara sjálvgleði,” sigur hon.

Í einum opnum brævi til stuðlarnar hjá Trump greiðir Cegielski frá, hvørjar ætlanir hon sær fyri sær, at Trump hevur við valstríðnum.

“Sjálvt ikki Donald Trump sjálvur trúði uppá, at hann fór at koma so langt. Tað mest óhugnaliga við tí er, at hann vildi ikki vera forseti,” skrivar hon í brævinum.

“Hann var ikki fyrireikaður og klárur at fara allan vegin í Hvítu Húsini, men hansara sjálvgleði hevur síðani yvirtikið førarasetrið, og nú hevur valstríðið alt at siga,” sigur hon.

Sambært Stephanie Cegielski var málið hjá Donaldi Trump at enda sum nummar tvey í kappingini um at gerast republikanskt forsetavalevni.

Fyribils hava stuðlarnir hjá Donald Trump ikki vilja gjørt viðmerkingar til skrivið hjá Stephanie Cegielski.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing