Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Felags átakið ímóti Donald Trump miseydnaðist

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  27.04.2016 - 10:11 Eldri tíðindi

Í eini seinastu ráðaleysari roynd at vinna á Donald Trump, kunngjørdu mótvalevnini í Republikanska flokkinum í USA, John Kasich og Ted Cruz, mánadagin, at teir hava gjørt eina samstarvsavtalu sum skal tryggja, at teir ikki taka atkvøður frá hvørjum øðrum á undanvalunum.

Sambært avtaluni skulu teir skiftast um at halda seg burtur, tá undanval eru í statum, har hin hevur møguleika at vinna.

Avtalan varð almannakunngjørd mánadagin og skal eftir ætlan virka frá í næstu viku, men longu á undanvalunum í nátt gjørdi Trump avtaluni til skammar. Hann vann nevniliga undanvalini í øllum fimm statunum, Pennsylvania, Maryland, Connecticut, Delaware og Rhode Island. Sigurin var somikið sannførandi, at tað kundi bent á, at avtalan millum Kasich og Cruz hevur givið baksláttur.

Við hesum hevur Trump vunnið 75 prosent av atkvøðunum sum skulu til, fyri at gerast republikanskt valevni.

Hjá demokratunum vann Hillary Clinton í fýra av fimm statum, og tað tykist tí greitt at hon verður demokratiskt forsetavalevni. Clinton hevur tryggjað sær 90 prosent av atkvøðunum sum skulu til, fyri at gerast forsetavalevni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing