Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tí fer Donald Trump at vinna á Hillery

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.05.2016 - 09:58 Eldri tíðindi

Hann hevur sagt tey mest skelkandi, rasudiskriminerandi og fremmanda haturskendu útsagnirnar. Harafturat hevur hann fleiri ferðir dumma seg, men álíkavæl er hann nú annar av tveimum møguleikum at gerast komandi amerikanski forsetin.

Hann hevur sagt tey mest skelkandi, rasudiskriminerandi og fremmanda haturskendu útsagnirnar. Harafturat hevur hann fleiri ferðir dumma seg, men álíkavæl er hann nú annar av tveimum møguleikum at gerast komandi amerikanski forsetin.

Fyri allar sínar ónollur er rættiliga sannlík at Donald Trump fer at vinna forsetavalið um mótparturin verður Hillery Clinton. Orsøkin er fyrst og fremst at í vesturlendsku demokratisku skipanunum har vit velja teir politikarar sum koma við populerastu útsøgnunum fyri síðani ferð eftir ferð at staðfesta brotin lyfti, er fjøldin so evindarliga troytt av politikkarum.

Í USA varð Obama valdur undir slagorðinum ”Vit ynskja broyting”, men nú átta ár seinri er sera ilt at fáa eygað á hvat í heiminum ella í USA er broytt.

Heimurin er fyri stóran parti í kríggið og heimsins leiðarar halda kreppufundir fyri at halda terroristum frá hópoyðingarvápnum. Samstundis gera Russland og Kina júst sum tey vilja og USA er um at missa fótafesti á altjóða politiska víðvøllinum.

Hillery Clinton er ein livibreyðspolitikkari, sum lítið og einkið annað hevur gjørt enn av liva av politisku karrieruni hjá manninum áðrenn hon fekk sína egnu politisku karrieru. Hetta er ein útsøgn sum ikki er rættvís móti Hillery, men soleiðis síggja fjøld av amerikanarum hana.

Donald Trump er sín egni maður, og hóast hann ferð eftir ferð má taka egnar útsagnir í seg aftur, so dáma veljarar útsøgnirnar hjá Trump, sum mæla til at steðga hópin av ólógligum innflytarum sum dagliga streyma inn um landamørkini hjá USA.

Tað er skeivt at mála uttanríkispolitikkin hjá Obama og Hillery sum veikan – men í eygunum á amerikanska veljaranumm er hann heldur ikki serliga væl eydnaður og tí hevur Trump sera lætt spæl at koma við greiðum útmeldingum um at styrkja USA á uttanríkispolitiska økinum.

MEN stendur slagið við sosialistin, Bernie Sanders, verður talan um ein javnari bardaga, tí hann umboðar eitt meiri greitt alternativ til Trump enn Hillery hóast Bernie Sanders eisini kann stemplast sum ein livbreyðspolitikara.

Útsøgnin hjá Trump har hann peikaði á allar sínar mótstøðumenn og segði at teir vilja sleppa at brúka tykkara pengar, meðan eg kann brúka mínar egnu pengar at náa politiskum málum – var skemtilig – men skoraði uttan iva nógvar atkvøður millum veljararnar.

So eru tað tey sum halda at Donald Trump er bíttur ella minni vitandi – men tað hevur í sær sjálvum ongantíð verið nakað handikapp at fáa atkvøður frá veljarunum.

Besta vápni hjá Trump er tó at eingin vantar at hann vinnur og næstan øll tann etableraða politiska skipanin hevur mælt fólki frá at velja Trump tí hann skal verð skaðiligur fyri USA - Og júst hetta vekir áhugað veljarans.

Livst so spyrst

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)