Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Donald Trump í ósemju við Rolling Stones

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  06.05.2016 - 09:43 Eldri tíðindi

Donald Trump, sum eftir øllum at døma verður forsetavalevni hjá Republikanska flokkinum í USA, hevur í valstríði sínum ofta brúkt tónleik hjá kenda bólkinum Rolling Stones. Áðrenn veljarafundirnir eru byrjaðir, eru sangir hjá Rolling Stones brúktir til at kynda undir stemningin á fundinum, men í hesi vikuni boðaði tónleikabólkurin frá, at hann - eins og nógvir aðrir bólkar, vil ikki vera settur í samband við Donald Trump.

Men Donalt Trump lurtar ikki eftir áheitanini.

”Vit brúka so nógvar sangir og vit hava rætt til at brúka teir. Eg keypi altíð rættindini,” sigur Trump við sjónvarpsstøðina CNBC.

Og at hann ikki lurtar eftir áheitanini frá Rolling Stones kom til sjóndar í gjár. Tá vórðu løgini ”Start Me Up” og ”You Can’t Always Get What You Want” spæld, tá Trump endaði ein veljarafund í Charleston í West Virginia.

Áður hava tónleikarar sum Adele, Neil Young og Aerosmiths Steven Tyler heitt á Donald Trump um ikki at brúka teirra tónleik í valstríðnum.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing