Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tíðin gongur undan hjá Trump

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  19.08.2016 - 10:37 Eldri tíðindi

Møguleikarnir hjá Donald Trump at gerast forseti í USA eru nógv minkaðir síðani demokratarnir høvdu sín floksfund.

Møguleikarnir hjá Donald Trump at gerast forseti í USA eru nógv minkaðir síðani demokratarnir høvdu sín floksfund.

Í seinastu veljarakanningunum liggur hann aftanfyri í øllum teimum vanligu ivastatunum, og í løtuni er støðan tann, at hóast Trump skuldi vunnið í Florida, Ohio, North Carolina, Iowa og Nevada, so kann hann kortini tapa tað samlaða valið.

Clinton hevur ligið frammanfyri í 23 teimum seinastu veljarakanningunum, og valgranskarar geva Trump minni enn 20 prosent møguleika fyri at vinna valið, sum verður um færri enn 12 vikur.

Hendan tíðin (tríggjar vikur eftir at báðir flokkarnir hava havt floksfund) er vanliga tann tíðin, tá veljarakanningarnar plaga at vera álítandi. Tað vísa kanningar av undanfarnu valunum.

Illa skipað valstríð

Valstríðið hjá Donald Trump sær heldur ikki út til at vera væl skipað. Clinton hevur brúkt 104 mió. dollarar til reklamur í ivastatunum, meðan Trump framvegis ikki hevur brúkt ein einasta cent. Honum manglar eisini skipaðar felagsskapir í teimum statunum, sum hann hevur brúk fyri at vinna. Í Florida, sum hann er noyddur at vinna, hevur hann bara eina skrivstovu og fyrstu skrivstovurnar í Ohio lótu ikki upp fyrr enn í farnu viku. Guvernørurin í Ohio, John Kasich og hansara politisku felagar, stuðla ikki Trump.

Allar vónir eru tó ikki úti hjá Donals Trump, men í løtuni er vónleyst at síggja, hvussu hann ætlar at vinna valið.

Flestu viðmerkjarar eru samdir um, at beinleiðis kjak í sjónvarpi er størsti møguleikin, ið Trump hevur. Hansara ágangandi stílur og evni at øsa mótpartin kunnu avdúka veikleikar hjá Clinton, og við sínum mongu høpisleysu úttalilsum er tað ómøguligt at fyrireika seg til at kjakast móti honum.

Hinvegin so kann ikki síggjast burtur frá, at Clinton hevur luttikið í nógv fleiri politiskum kjakum enn Trump, og hon plagar at standa seg væl.

Hvussu leikur fer er ilt at siga enn. Trump hevur áður vunnið, tá øll søgdu, at hann ongan møguleika hevði. Men skal hann vinna, so má okkurt henda skjótt. Tað eru færri enn 12 vikur til valið.

(Kelda: Kongressen.com)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing