Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trump og Clinton

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.09.2016 - 03:53 Eldri tíðindi

Í hálvan annan tíma kjakaðust tey bæði sum stríðast um amerikanska forseta sessin. Tey bæði stóðu seg hampiliga væl og hvørgin gjørdi nakran álvarsligan feil. Men júst hetta kann gerast ein fyrimunur hjá Trump, tí amerikanski veljarin er sera troyttur av politikarum og Clinton familjan er ein ímynd av Washington og politisku skipanini.

Í hálvan annan tíma kjakaðust tey baði sum stríðast um amerikanska forseta sessin. Tey baði stóðu seg hampiliga væl og hvørgin gjørdi nakran álvarsligan feil. Men júst hetta kann gerast ein fyrimunur hjá Trump, tí amerikanski veljarin er sera troyttur av politikrum og Clinton familjan er ein ímynd av Washington og politisku skipanini.

Clinton vísti seg sum tann royndi politikarin og var væl fyrireika og dugdi at føri seg fram í kjakinum.
Hon stóð seg eisini betur í kjakinum.

Trump hinvegin var meira spontanur og hevur ikki somu politisku royndirnar sum Clinton.

Tað er trupult at siga hvussu kjakið fer at síggjast aftur í veljarkanningum, tí Trump dyrgir eitt sindur uttanfyri vanliga veljaraskarðan- serliga dyrgir hann eftir teimum sum eru misnøgd við "systemið" og ikki vanliga eru á vali.

MEN kjaki vísti at tað ber eisini til at velja Trump, tí hann vísti seg at verða annað enn bara eitt mediadjór, sum flestu miðlar annars hava dyrka rættiliga nógv. Serliga verður her hugsað um tað stóru fjøld av republikanarum, sum higartil ikki hava stuðla Trump, men sum ikki kundu funnið uppá at stuðla Hillary.

Hesin fyrsti kjakfundurin hevur samanumtikið neyvan broytt tað stóra.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing