Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trump megnaði at stýra kjakinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.10.2016 - 04:10 Eldri tíðindi

Í hálvan annan tíma kjakaðust tey baði amerkansku valevnini og spurningurin, sum flestu amerikanarar mugu spyrja seg sjálvan er; skulu vit hava fýra ár meira við Obama ella kunnu vit lata okkara framtíð í hendurnar á Donald Trump.

Í hálvan annan tíma kjakaðust tey baði amerkansku valevnini og spurningurin, sum flestu amerikanarar mugu spyrja seg sjálvan er; skulu vit hava fýra ár meira við Obama ella kunnu vit lata okkara framtíð í hendurnar á Donald Trump.

Síðan uppstillingarvalini til amerikanska forsetavalið byrjaðu hevur alt valstríði handlað um hvat Trump hugsar, sigur og ger.

Og hóast tað stóð nógv uppá spæl hjá Trump, eftir at ljóðbrot vóru almannakunngjørd har hann niðurgjørdi kvinnur, so megnaði Trump at seta ein týdningarmiklan spurning til amerikanarar; vilja vit hava fýra ár meira við Obama?

Trump bað familju sína og tjóðina um umbering fyri tað sum hann hevði sagt, og gjørdi greitt at hetta var lugarsnakk, sum hann ikki var stoltur av. Men samstundis legði hann eftir manninum hjá Hillery fyri at hava misbrúkt kvinnur í fleiri ár við stuðli frá Hillery. Og Donald Trump hevði enntá bjóða kvinnunum, sum hava ákært Bill Clinton fyri at hava misbrúk, við millum áhoyrarnar í sjónvarpsstovuna. Bill Clinton, sum var millum áhoyrarnar sat sum runnin í stein.

Clinton kom ikki væl frá ákærunum um at hon slettaði 30.000 teldupostar, eftir at kanningar vóru settar í verk, tá hon sum uttanríkisráðharri hevði brúkt ein privatan ótryggan teldupost servara at goyma loyniligar teldupostar á.

Hillery dugdi sum heild, við sínum politisku royndum, sera væl at svara spurningum, men enn einaferð megnaði Trump at seta dagsskránna, nakað sum hann annars ikki megnaði í fyrsta sjónvarpskjakinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…
Springarar ferðast tvørtur um Atlantshav…
Jørgen: - Dennis Holm, fíggjar­nevndarlim…
Hiddenfjord við ESG frágreiðing um burða…
Ársfrágreiðing 2024 við átta tilmælum
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum