Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Enn fleiri umstrídd sjónbond við Donald Trump

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  13.10.2016 - 08:53 Eldri tíðindi

Republikanska forsetavalevnið, Donald Trump er komin í ódnarveður síðani ein gomul upptøka fyri nøkrum døgum síðani varð avdúkað, har hann úttalaði seg á ein óhóskandi hátt um kvinnur.

Republikanska forsetavalevnið, Donald Trump er komin í ódnarveður síðani ein gomul upptøka fyri nøkrum døgum síðani varð avdúkað, har hann úttalaði seg á ein óhóskandi hátt um kvinnur. - Men har ein skriða er lopin, er onnur væntandi.

Í eini aðrari gamlari upptøku, sum júst er almannakunngjørd, sigur Donald Trump um eina blaðunga gentu: ”Hasari fari eg eftir um 10 ár.” Donald Trump var sjálvur 46 ár, tá upptøkan varð gjørd.

Tað er sjónvarpsstøðin CBS News, sum hevur almannakunngjørt upptøkuna, ið kann geva atfinnarunum hjá Trump enn meira bensin á bálið.

Á upptøkuni, sum er frá 1992, sæst Trump ikki, men hann hoyrist tosa við genturnar, sum standa við eina rullitrappu í hansara egna háhúsi, Trump Tower, í New York. Trump spyr eina av gentunum, um hon skal við upp gjøgnum rullitrappuna. Hon svarar ”ja og so er tað at Trump eftir øllum at døma sigur við onkran annan, at hann ætlar sær eftir henni um 10 ár.

Og fleiri aðrar søgur av sama slag koma í ljósmála, nú valdagurin nærkast.

Tað er ikki bara fyri Trump sjálvan, at gomlu upptøkurnar gera skaða. Allur Republikanski flokkurin er hóttur av hesum, og limirnir í flokkinum eru farnir at óttast fyri, at teir fara at missa meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar.

Umframt at velja forseta, skulu amerikansku veljararnir eisini velja allar limirnar í Umboðsmannatinginum og ein triðing av Senatinum tann 8. november.


Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing