Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hesum vil Donald Trump arbeiða fyri

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  09.11.2016 - 11:25 Eldri tíðindi

Stóri spurningurin eftir óvæntaða sigurin hjá Donald Trump á forsetavalinum í USA, er hvussu heimurin fer at broytast við honum í Hvítu Húsunum.Her er eitt stutt yvirlit yvir, hvat hann hevur sagt seg sinnaðan at gera:

Stóri spurningurin eftir óvæntaða sigurin hjá Donald Trump á forsetavalinum í USA, er hvussu heimurin fer at broytast við honum í Hvítu Húsunum.

Her er eitt stutt yvirlit yvir, hvat hann hevur sagt seg sinnaðan at gera:

Búskapur:

47 mió. amerikanarar liva í fátækadømi, meðan eitt prosent í tí ríkara endanum tjena næstan 25 prosent av inntøkunum.

Donald Trump sigur seg vilja hækka minstulønina til 12 dollarar um tíman, men hann vil ikki hækka skattin hjá teimum ríkastu. Hann gongur inn fyri hækkaðum tolli mótvegis handilspartnarum, og stuðlar ikki verandi fríhandilsavtalunum við Europa.

Uttanríkispolitikkur:

Donald Trump gongur inn fyri at økja stuðulin til Ísrael, og hann vil eisini hava nýggjar samráðingar um atomavtaluna við Iran. Harumframt sigur hann at NATO londini skulu økja teirra hernaðarútreiðslur, áðrenn tey kunnu rokna við at fáa stuðul úr USA til hernaðarlig átøk.

Yvirgangur:

Donald Trump hevur fleiri ferðir róst Vladimir Putin, og hevur sagt seg verið til reiðar at samstarva við honum í stríðnum móti Isalmiskum Stati. Hann tekur eisini undir við øktum eftirliti í USA, fyri at fyribyrgja yvirgangi.

Veðurlagsbroytingar:

Donald Trump hevur kallað tosið um veðurlagsbroytingar fyri eina lygn, sum Kina hevur funnið uppá.

Tilflytarar:

Millum 11 og 12 mió. ólógligir tilflytarar búgva í USA. Donald Trump hevur endurtikið fleiri ferðir, at hann vil hava meksikansku stjórnina at rinda fyri ein múr, sum skal setast á markið millum USA og Meksiko. Ólógligu tilflytararnir skulu sendast av landinum.

Heilsupolitikkur:

Í 2014 varð heilsunýskipanin hjá Barack Obama sett í verk. Endamálið við henni er at tryggja øllum sjúkum amerikanarum heilsuviðgerð. Men hesum er Donald Trump ímóti, og hann tekur ikki undir við, at allir amerikanarar skulu tvingast vil lóg til at hava egna sjúkratrygging.

Vápnaeftirlit:

Barack Obama vildi hava strangari vápnaeftirlit, men hetta vann ikki undirtøku í Kongressini, har Republikanararnir høvdu meiriluta. Donald Trump vil ikki hava strangari vápnaeftirlit, og hann vil geva fleiri loyvi at bera fjald vápn í teimum statunum, sum loyva tí.

Útbúgving:

Amerikansk lesandi standa vanliga í stórari skuld, tá lestrartíðin er liðug, men Donald Trump vil ikki, at tað skal vera ókeypis ella bíligari at lesa á almennu universitetunum. Hann gongur harafturímóti inn fyri, at privat skulu kunna veita lestrarlán.

Kelda: TV2.dk


Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)