Hví eru smáir bilar dýrir og stórir bilar bíligir?
Hví eru smáu bilarnir so dýrir, og teir stóru og tungu bilarnir so bíligir? Tað vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri hava at vita. Hann hevur tí sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um tað.

Í fyrstu syftu vil Kári P. Højgaard hava landsstýriskvinnuna at vátta, at ein nýggjur bilur í lættasta vektklassanum eru munandi umhvørvisvinarligari enn ein bilur í tyngra vektklassanum. Síðani vil hann hava landsstýriskvinnuna at nágreina, hví teir stóru bilarnir eru bíligari í Føroyum enn í Danmark.
Kári P. Højgaard biður eisini landsstýriskvinnuna útgreina, hví ein av teimum lættaru bilunum, sum í Danmark kostar áleið 80 - 100.000 krónur, í Føroyum verður seldur 30 -40.000 krónur dýrari.
“Er talan um almenn avgjøld, ella er bara talan um óvanliga høgan vinning?” spyr hann.
At enda spyr Kári P. Højgaard, um landsstýrið fer at taka ítøkilig stig til at tað skal loysa seg at keypa minni bil - um so er, at meirkostnaðurin er vegna avgjøld.
Fyrispurningurin er settur sum ein § 52a spurningur. Tað merkir, at landsstýriskvinnan skal bara svara skrivliga, og tað skal hon gera innan 10 yrkadagar frá tí at spurningurin er settur.