Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Donald Trump sløkkir dreymarnar hjá Norðurkorea um kjarnorku

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  03.01.2017 - 08:15 Eldri tíðindi

Komandi forsetin í USA, Donald Trump, ger nú púra greitt, at Norðurkorea skal ikki gera sær nakrar vónir um at menna kjarnorkuvápn, sum kunnu røkka málum í USA.

Komandi forsetin í USA, Donald Trump, ger nú púra greitt, at Norðurkorea skal ikki gera sær nakrar vónir um at menna kjarnorkuvápn, sum kunnu røkka málum í USA.

Norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un segði annars í síni nýggjársrøðu, sunnudagin, at Norðurkorea er nær við at gera eina roynd við eini rakett, ið kann røkka millum heimspartarnar. Hesi orðini hava fingið Donald Trump til at svara aftur.

“Norðurkorea hevur júst staðfest, at landið er um at verða liðugt við at menna kjarnorkuvápn, sum kunnu røkka pørtum av USA,” skrivar hann á Twitter. “Men tað fer ikki at henda,” slær hann fast.

Skiftandi stjórnir í USA hava hildið fast við, at landið fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at Norðurkorea fær kjarnorkuvápn, og sambært Reuters er hetta fyrstu ferð, at Donald Trump hevur boðað frá, hvør hansara politikkur verður mótvegis Norðurkorea.

Ivasamt er, hvussu eftirfarandi orðini hjá norðurkoreansak leiðaranum eru. Rakettir ið kunnu røkka millum heimspartarnar skulu klára at raka mál sum eru 9.000 kilometrar burtur, men fleiri serfrøðingar hava sagt, at landið er framvegis fleiri ár frá at kunna skjóta so langtberandi rakettir.

Í 2016 gjørdi Norðurkorea fleiri royndir við rakettum, ið kunnu røkka 3.000 kilometrar, men sambært Reuters var tað bara ein av hesum royndunum, sum eydnaðist.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing