Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðlar halda lív í óváttaðum páhaldum um Donald Trump

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.01.2017 - 11:23 Eldri tíðindi

Tað er áhugavert at síggja hvussu framstandandi miðlafólk, sum arbeiða fyri framstandandi miðlar, sum CNN, BBC, DR og okkara egna KVF, halda lív í óváttaðum og ógrundaðum tíðindum um komandi amerikanska forsetan, Donald Trump

Tað er áhugavert at síggja hvussu framstandandi miðlafólk, sum arbeiða fyri framstandandi miðlar, sum CNN, BBC, DR og okkara egna KVF, halda lív í óváttaðum og ógrundaðum tíðindum um komandi amerikanska forsetan, Donald Trump

Ein av høvuðsøgunum í miðlunum hesa vikuna, er eitt páhald hjá einum fyrrverandi bretskum fregnartænastumanni, sum eftir áheitan frá einum bólki av Demokratum, kannaði um nakað samband var millum Donald Trump og Russiska forsetan.

Niðurstøðan, hjá fyrrverandi fregnartænastumanninum, var at tríggir persónar, sum høvdu arbeitt fyri Donald Trump í valstríðnum, høvdu persónliga verið á fundi við russisk fregnartænastufólk. Hetta var beinleiðis afturvíst av Donald Trump og umboð fyri Donald Trump kundu leggja fram dokumentatión á tíðindafundinum í vikuni.

Harafturat søgdu somu leysasøgur, at russar høvdu sera følsamar persónligar upplýsingar um komandi amerikanska forsetan.

Amerikanska fregnartænastan avgjørdi eftirfylgjandi at kunna forsetan og Trump um hesa leysasøgurnar. Grundgevingin var m.a. tann at tað var rætt at forsetin og Trump vistu um leysasøgurnar. Síðani hava søgurnar verið endurgivnar, óteljandi ferðir í miðlunum.

Søgan hevur fingið sítt egna lív og stóru og sokallaðu seriøsu miðlahúsini hava alla vikuna endurgivið hvønn annan og leita eftir viðmerkjarum til hesa óváttaðu leysasøgur.  Eisini hevur eitt panel av tungu dreingjunum í CNN, fylgt við hvørjir persónar í skipanini hava vitað um hesa leysasøgurnar.

Søgurnar koyra undir heitinum "unsubstantiated-news" - ella "ó-uppihaldandi", ógrundaðar leysasøgur.

Grundgevingin fyri at bera søgurnar fram, er at tey fólkini sum eru upprunin til søgurnar – sum altso eingin kann vátta – annars plaga at verða álítandi???

Á tíðindafundinum í vikuni, spurdi Donald Trump ein sera viðkomand spurning: Høvdu somu miðlar borið hesi óváttaði tíðindi á henda hátt, um talan ístaðin var um Obama.

Trump gleddist annars um at fleir av stóru miðlunum hava valt ikki at bera søgurnar m.a. New York Times, sum annars er kent fyri ikki at stuðla Trump.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing