Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður bjóðar ikki Trump og Putin til Føroya

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  06.02.2017 - 08:28 Eldri tíðindi

Hóast løgmaður heldur hugskotið vera bæði áhugavert og stórætlað, so fer hann ikki at fylgja áheitanini frá Miðflokkinum um at bjóða Donaldi Trump og Vladimiri Putin til Føroya at halda fund.

Hóast løgmaður heldur hugskotið vera bæði áhugavert og stórætlað, so fer hann ikki at fylgja áheitanini frá Miðflokkinum um at bjóða Donaldi Trump og Vladimiri Putin til Føroya at halda fund.

Løgmaður er samdur við Miðflokkinum, sum heldur at Føroyar eru sera væl egnaðar til at hýsa størri útlendskum vitjanum, altjóða ráðstevnum og fundum.

“Ein tílíkur fundur millum ríkisovastar vildi sett Føroyar á heimskortið, og eg eri samdur í, at vit skulu halda fram við at menna okkara førleikar og royndi á økinum við at skipa fyri tiltøkum í Føroyum og bjóða fólki henda vegin,” sigur Løgmaður.

Kortini staðfestir hann, at tað verða ríkisovastarnir í USA og Russlandi, sum gera av, um og hvar teir ætla at hittast.

“Landsstýrið fer ikki av sínum eintingum at taka serstøk stig fyri at fáa slíkan toppfund til Føroya,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í svari til Miðflokkin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing