Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trump leggur Obama undir at standa aftanfyri mótmælistiltøk og lekar

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  28.02.2017 - 11:26 Eldri tíðindi

Amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur nú fyrrverandi forsetan, Barack Obama, undir at hava ein fingur við í spælinum í áhaldandi mótmælunum móti Trump og lekum úr Hvítu Húsunum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur nú fyrrverandi forsetan, Barack Obama, undir at hava ein fingur við í spælinum í áhaldandi mótmælunum móti Trump og lekum úr Hvítu Húsunum.

Ákærurnar komu frá Trump í eini samrøðu við sjónvarpsstøðina Fox News.

Øll samrøðan skuldi vísast á sjónvarpsrásini nú fyrrapartin, men eitt brot er frammanundan lagt út á alnótina. Brotið vísir Trump, sum svarar spurningum um leiklutin hjá Obama í sambandi við lekar og mótmæli.

”Eg trúgvi at Obama, forseti, stendur aftanfyri, tí hansara fólk standa heilt týðuliga aftanfyri. Og Nakrir lekar stava helst frá sama bólki, og tað er álvarsamt, tá talan er um landsins trygd,” sigur Trump.

”Men soleiðis er politikkur, og soleiðis fer tað helst altíð at verða,” sigur hann og leggur afturat, at ein ongantíð veit, hvat hendir handan leiktjøldini.

Donald Trump leggur í samrøðuni ikki nakað prógv fram fyri sínum pástandum.

Samrøðan við Trump er partur av sendingini: ”Fox and Friends”.

Kelda: tv2.dk
Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing