Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gera gjøldur við avlurtingini hjá Trump

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  15.03.2017 - 09:11 Eldri tíðindi

Leiðandi ráðgevin í Hvítu Húsunum, Kellyanne Conway, segði í eini viðmerking um avlurtingina, sum Donald Trump sjálvur pástendur er gjørd av honum, at hon kann vera hend umvegis ein mikrobylgjuovn. Tað skuldi ráðgevin ikki havt sagt, tí nú yðja sosialu miðlarnir við skemtiligum myndum av mikrobylgjuovnum.

”Tað ber til at avlurta fólk umvegis telefonina, og sjálvandi eisini umvegis sjónvarpstól. Tað finnast rættiliga nógvir mátar, millum annað ber til at umbyggja mikrobylgjuovnar til upptøkutól,” segði Kellyanne Conway í eini samrøðu við New Jerseys Bergen County Record.

Hóast ráðgevin stutta tíð eftir samrøðuna boðaði frá, at tey ikki halda, at tað var ein mikrobylgjuovnur, sum var nýttur til avlurtingina, so eru sosialu miðlarnir náðileysir, og sum myndirnar vísa, so er hugflogið eisini stórt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing