Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trump tikið øll á bóli

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  07.04.2017 - 05:56 Eldri tíðindi

Í minni enn 48 tímar hevur amerikanski forsetin ráðført seg við sínar herðnaðarligu ráðgevarar og útvalt bumbumál í Syria. Russland fekk ávaring um álopið beint undan álopinum, men kúvendingin av amerikanska uttanríkispolitikkinum hevur tikið øll á bóli.

Í minni enn 48 tímar hevur amerikanski forsetin ráðført seg við sínar herðnaðarligu ráðgevarar og útvalt bumbumál í Syria. Russland fekk ávaring um álopið beint undan álopinum, men kúvendingin av amerikanska uttanríkispolitikkinum hevur tikið øll á bóli.

Australski premier ministarin hevur verið útið alment og givið sín fulla stuðul til álopið.

USA og tey sameindu hava seinastu 6 árini ikki gjørt nakað fyri at steðga bardøgunum í Syria, tí man hevur ikki kunna foreint seg við hvat kann koma ístaðin fyri Assad. Ringu royndirnar USA hevur havt av at stuðla uppreistrinum móti Gadaffi í Libia, hevur verið beinleiðis orsøk til at Assad saman við Russlandi hava gjørt sum tey hava vilja í Syria.

Men nú hevur amerikanki forsetin, einsamallur, sagt at nokk er nokk, og tað hevur tikið øll á bóli – ikki minst Russland.

- Assad hevur brúkt kemisk vápn móti sínum egnum børnum.

- Einki av Guðs børnum, í heiminum eigur at upplivað tað, sum hesi børnini hava upplivað seinastu dagarnar. Politikkurin, sum vit hava ført seinastu árini í Syria hevur ført til streymar av flóttafólkum, sum allur vesturheimurin líður undir. Hesin politikkurin er fullkomiliga miseydnaður og álopið sum eg gav boð um, eigur at vísa heiminum, at avgerðir fáa avleiðingar, segði Trump á stuttum tíðindafundi eftir álopið.


Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Lýsing