Lýsing
Lýsing

Jákup L. Baldvinsson endurvann Haldor Holm Cup

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Billardfelag  |  09.10.2017 - 06:38 Eldri tíðindi

Haldor Holm Cup var um vikuskiftið í hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag

Haldor Holm Cup var um vikuskiftið í hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag

Stórfavoritturin at vinna kappingina, Jákup Baldvinsson, sveik ikki. Hann legði hart út fríggjakvøldið
við einum spæli, har hann fekk 952 eygu. Næsta spælið var eisini gott 698 eygu. Støðið var sera høgt fríggjakvøldið, allir spælararnir fingu góð spøl.

Men tann einasti, sum helt sama høga støði leygardagin, var Jákup. Tá fekk hann 706 og 928 eygu. Tilsamans 3284 eygu, tvs. 41,05 í miðal, sum er tað mesta nakrantíð í Haldor Holm Cup.

Annað plássið fór eisini til Fuglafjarðar Billardfelag, Jens Kjartan Feilberg, sum fekk 1958 eygu.

Nr. 3. Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag við 1824 eygum.

Nr. 4 Kristian Suni Høgnesen Klaksvíkar Billardfelag við 1820 eygum.

Nr. 5 Per Hansen úr Havnar Billardfelag við 1818 eygum.

Klaksvíkar Billardfelag sigur at enda at øll sum hava hug at koma at spæla billard í vetur eru hjartaliga vælkomin. Venjing fyri nýggjar spælarar er mikukvøld kl. 19.30.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS