Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðlýsið hótt við fútabanni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.08.2018 - 09:33 Tíðindi

Realurin kann ikki liva við innihaldinum í ritgerðini ”Søgan hjá Realinum”, sum fyrrverandi stjórin í Realinum Óli E. Heinesen hevur skrivað og sum Norðlýsið hevur prenta í blaðnum. Advokatur teirra sigur í telefonsamrøðu, at um ikki teirra áheitan verður tikin til eftirtektar, hevur Realurin ætlan um, at steðga hesum við fútabanni.

Aftaná 25 ár sum ein av stjórunum í Realinum, hevur Óli E. Heinesen, síðan hann varð pensioneraður, roynt at skriva søguna hjá Realinum. Óli setti eg í samband við Norðlýsið og ynskti at fáa rúm og tað hava vit játta.  

Síðani 8. november 2017 til dagin í dag eru prentaðir 69 kapitlar av søguni hjá Realinum, sum er ein lýsing av týðandi parti av vinnusøguni í Føroyum, frá miðskeiðis í 1955 til 2015.

Í hesum tíðarskeiðinum hevur leiðslan í Realinum sett seg í samband við Norðlýsið tvær ferðir við ynskjum um, at fáa greinarøðina steðgaða. Norðlýsið hevur vent sær til Óla E. Heinesen, rithøvund báðu ferðirnar og fingið at vita frá honum, at allar upplýsingarnar í greinini eru almennar og hann biðjur okkum tí halda áfram við at almannakunngerða ritgerð hansara.

Realurin er ein almennur stovnur og teir upplýsingar ein biðjur um, tað kann ein fáa frá Realinum, sigur Óli E. Heinesen í stuttari viðmerking til Norðlýsið

Í blaðnum í dag kann kapitul 69. lesast.

Blaðið er komið í allar postkassar í Norðoyggjum, hjá haldarum aðrastaðni og kann keypast í blaðsølum kring landið. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur
Tey sum bera umsorgan­ina í Føroyum
Trygd og Trivnaður
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt